Hvat er Javni?

Javni er felag hjá fólki við menningartarni og familjum teirra. 

 

Endamálið hjá Javna er at virka fyri javnrættindum til øll við menningartarni í føroyska samfelagnum.

 

Javni vil fegin vera við til at skapa eitt samfelag, har rúm er fyri øllum, og har øll fáa møguleika at skapa sær eitt gott lív út frá egnum fortreytum og egnum ynskjum.

 

Uppgávan hjá Javna er tí ógvuliga fjøllbroytt og fevnir um at skapa góðar og mennandi umstøður til børn, ung, vaksin og eldri við menningartarni.

 

Hetta ger Javni m.a. við:

     
  • At samskifta við og ávirka politisku mynduleikarnar 
  • At skipa fyri upplýsandi fundum, skeiðum og ráðstevnum 
  • At ráðgeva bæði teimum við menningartarni, familjum teirra, stovnum o.ø.

 

Javni er skipað við eini starvsnevnd, sum hevur ábyrgd av virkseminum hjá felagnum og hevur skrivstovu við Hoydalsveg 42, har 2 fólk starvast.

 

Øll eru vælkomin at seta seg í samband við Javna. Hetta kann gerast við antin at ringja á skrivstovuna tlf. 208090 ella við at senda teldupost til javni@javni.fo.

Limaskapur

Javni er limur í:

 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.