Spyr Meg

 

Spyr meg er undirnevnd í Javna, har fólk við menningartarni sjálvi sleppa til orðanna. 

 

§ 9A í viðtøkunum hjá Javna snýr seg um Spyr meg, og er soljóðandi: 

Aðalfundur felagsins velur eina undirnevnd hvørs endamál er at virka fyri, at fólk við menningartarni fáa eina sjálvstøðuga rødd við støði í hugtakinum “independent living”.

 

Stk. 2. Henda undirnevnd eitur “Spyr meg”. Nevndin verður mannað við trimum av aðalfundi felagsins valdum limum og verður formaðurin valdur beinleiðis á aðalfundinum. Formaðurin í nevndini Spyr meg hevur eygleiðarastøðu við talurætti í starvsnevnd Javna.

 

Limir verða valdir fyri 2 ár í senn og er afturval loyvt. Formaðurin stendur fyri vali líka ár og hinir báðir nevndarlimirnir ólíka ár, og sum skiftisreglu verða á ársaðalfundinum 2015 valdir tríggir nevndarlimir, formaðurin fyri eitt ár og hinir báðir nevndarlimirnir fyri tvey ár. Bert limir í Javna við menningartarni, kunnu verða valdir til nevndarlimir í hesi undirnevnd. Rætt til at greiða atkvøðu á aðalfundinum í sambandi við val av hesi undirnevnd hava allir møttir limir felagsins.

 

Stk. 3. Henda undirnevnd kann á ongan hátt binda felagið fíggjarliga. Undirnevndin refererar í øllum virksemi sínum beinleiðis til starvsnevndina og hevur formaðurin í Javna rætt til at luttaka á fundum í undirnevndini. Starvsnevndin ger reglugerð fyri virksemi nevndarinnar og letur stuðul og hjálp til at útinna virksemi nevndarinnar.”

 



Durita Strøm, forkvinna í Spyr Meg

Durita Strøm, nevndarlimur í Spyr Meg

 

Durita Strøm er ættað úr Vági. Durita býr í Vágunum, og starvast á vaskarínum á Landssjúkrahúsinum.

 

Durita varð fyrstu ferð vald í nevndina í Spyr Meg á aðalfundinum 4. mai 2013, og sat sum forkvinna til 2016. Hon stendur fyri vali á aðalfundinum í 2019.



Dánial Gram Høgnesen, nevndarlimur

Dánial Gram Høgnesen, formaður í Spyr Meg

 

Dánial er ættaður av Viðareiði. Dánial er búsitandi á sambýlinum í Børkugøtu 2A í Hoyvík, og starvast á verkstaðnum á Vón á Argjum.

 

Dánial varð fyrstu ferð valdur í nevndina í Spyr meg á aðalfundinum 4. mai 2013. Hann varð valdur til formann í 2016, og stendur fyri vali á aðalfundinum 2018.



Meiken S. Olsen, nevndarlimur

Meiken S. Olsen, nevndarlimur í Spyr Meg

 

Maiken er úr Havn. Maiken býr heima hjá foreldrunum í Havn, og hon starvast í Kringvarpinum.

 

Maiken varð fyrstu ferð vald í nevndina í Spyr meg á aðalfundinum 4. mai 2013. Hon stendur fyri vali á aðalfundinum í 2019.

 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.