Sjálvavgerðarrætt, samavgerðarrætt og ávirkan 

  • Hevur tú tað?
  • Skulu øll fólk hava tað?
  • Eisini fólk við menningartarni?

 

Hava tit brúk fyri einum brúkaravegleiðara, sum kann greiða tykkum frá hesum; so er bara at seta seg í samband við Javna, tí her eru fýra brúkaravegleiðara klárir at koma út at hava eina framløgu um evnið.

 

Dánial G Høgnesen, Durita Strøm, Meiken S Olsen og Ragnvaldur Jensen fingu diplom sum brúkaravegleiðara í Vejle 10 apríl  2015

 

Tey eru sostatt til reiðar at koma út at hava framløgur um viðurskifti sum hava alstóran týdning í lívinum hjá okkum øllum – ikki minst hjá fólki við menningartarni.

 

 

Hvat er ein brúkaravegleiðari

 

Ein brúkaravegleiðari er ein persónur, ið fortelur um sínar egnu royndir og upplivingar innan fyri eitt serstakt evni í sínum egna lívi.

 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.