BARBA SANDÁ NIELSEN


Eg eiti Barba Sandá Nielsen og búgvi í Vági. Eg eigi ein son, Adrian, ið er føddur í mars 2015.

 

Adrian er fjølbrekaður, tí hann hevði ilttrot undir føðingini. Adrian er kendur við cerebral parese, epilepsi, blindur og hydrocephalus.

 

Síðan Adrian kom til verðina hava vit brúkt óalmindiliga nógva tíð á sjúkrahúsi, bæði í Føroyum og í Danmark. Adrian hevur verið ígjøgnum nakrar skurðviðgerðir og vit hava eitt langt tíðarskeið, har vit hava stríðst við at finna rætta matin, ið hann tolir.

 

Vit hava havt nógvar up og niðurtúrar, og eg haldi at tað er gott, at vit hava onnur foreldur, ið kenna júst til hetta lívið við serligum tørvi.

 

Vælkomin at senda teldupost til barbasandanielsen@gmail.com

 

Mítt fartelefonnummar er 573360

 

 

 

 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.