MÁLVENJING SUM FRÆLSISSTRÍÐ - ÁVEGIS SJÁLVSTØÐUGUM LÍVI OG INKLUSIÓN

 

Ráðstevnan um Karlstadmodellið verður hildin í høllini á læraraskúlanum í Havn 23. og 24. mars 2018. Ráðstevnan er skipað í samstarvi við felagsskapinum IAKM (International Association for the Karlstadmodell).

 

Á ráðstevnuni verða innsløg um millum annað týdningin av at byrja tíðliga við málvenjingum, um hvussu alternativt og stuðlandi samskifti kann stuðla undir málmenning, um inklusión í skúlahøpi, og um málmenning hjá ungum og vaksnum. Haraftrat verða fleiri persónligar søgur, bæði úr Føroyum og hinum norðurlondunum.

 

Ráðstevnan er ætlað øllum, ið varða av fólki, ið hava málsligar avbjóðingar, bæði foreldrum, avvarðandi og starvsfólkum.

 

 

Kostnaður fyri hvønn luttakara, báar dagarnar:

- Stovnar og fyritøkur 1.200 kr.
- Avvarandi 600 kr fyri fyrsta luttakaran, hereftir 150 kr. fyri hvønn luttakara
- Avvarandi, sum eru limir í Javna ella IAKM 400 kr. fyri fyrsta luttakaran, hereftir 150 kr. fyri hvønn luttakara

 

FREISTIN AT TEKNA TIL ER LONGD TIL 9. MARS 2018

 

- Skrá

 

- Kunning um Karlstadmodellið

 

- Tekna til ráðstevnuna HER - ella við at senda ein teldupost til javni@javni.fo 

 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.