Familjuvikuskifti á Hotel Skálavík

Vikuskiftið 14-16. juni 2019 bjóðar Javni aftur til familjuvikuskifti á Deplinum í Skálavík. Tiltakið er ætlað familjum, ið hava eitt barn í aldrinum 0-14 ár við einhvørjum breki. Evnið á leguni hesuferð fer at snúgva seg um systkin, og har verða upplegg bæði frá fakfólki og avvarandi.

 

Vit myndast í okkara uppvøkstri, og at vaksa upp saman við einum beiggja ella systir, ið ber brek, setur serstøk spor. Brekini kunnu vera so ymisk, men ofta eru viðurskifti, ið eru eins fyri familjurnar. Hetta vikuskifti fara vit at seta fokus á systkini, og hvat vit sum foreldur serliga kunnu hava í huga í mun til teirra støðu. Ein sálarfrøðingur kemur at hava upplegg um evnið, og ein avvarandi kemur at fortelja sína søgu.

 

 

Men ein líka so týdningarmikil partur av tiltakinum er, at familjurnar hittast, og hugna sær saman. Vit skapa karmar um at øll, bæði stór og smá, skulu fáa eina góða uppliving:

  • Góðir karmar fyri alla familjuna bæði inni og úti
  • Upplegg um viðkomandi evnir
  • Heitir pottar
  • Hugni

Pláss er fyri 10 familjum, og hvør familja fær egi kamar. Familjukømrini hava 4 sovipláss, við plássi fyri eini eyka uppreiðing. Kostnaðurin fyri alt tiltakið, íroknað gisting, mat o.a., er einans kr. 500 fyri hvønn vaksnan, um familjan er limur í Javna, annars kr. 700 fyri hvønn vaksnan. Børnini eru ókeypis, óansæð aldur.

 

 

Tekning hjá Javna á tlf 208090, ella við at senda ein teldupost til javni@javni.fo ella skriv@javni.fo. 

 

 

SKRÁ

(broytingar kunnu koma fyri)

 

Fríggjadagin 14. juni

14.00-

Innskriving

18.30

Pizzabuffet

21.00-                 

Felagshugni

 

 

Leygardagin 15. juni

8.00-10.00          

Morgunmatur

11.00-

Upplegg: Vaksin systir 

12.00-13.00

Frokostur

13.00-

Upplegg: Katrina L.Holm, sálarfrøðingur

15.00-

Felags tiltak

16.00-17.30

Heitur pottur

17.30-

Nátturi

19.00-21.00

Heitur pottur

21.00-

Felagshugni

 

Sunnudagin 16. juni

8.00-10.00          Morgunmatur
10.00Liðugt
 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.