Ása Dánjalsdóttir

Eg eiti Ása Dánjalsdóttir og búgvi í Tórshavn.

Eri gift við Charles J. Olsen og vit eiga 4 børn; Silas 9 ár, Elian 6 ár, Ranja 4 ár og Lea 1 ár.

 

Til 18 vikur-kanning á Landssjúkrahúsinum var mistanki um hjartafeil hjá Leu. Vit vórðu send niður til nærri kanningar. Niðurstøðan var, at Lea hevði hjartafeil, kallaður AVSD. Somuleiðis fingu vit at vita at hesin hjartafeilur er typiskur hjá børnum við Downs Syndrom.
15. Mars, júst eina viku áðrenn Lea varð fødd, fingu vit staðfest, at Lea hevði Downs syndrom.

 

Fyrsta tíðin var strævin, tí at Lea orkaði ikki so væl súgva, orsaka av hjartafeilinum. Tá ið hon var 3 mðr. var hon skurðviðgjørd á Ríkissjúkrahúsinum. Hóast eina drúgva tíð niðri, gekk skurðviðgerðin gott og Lea kom skjótt fyri seg.

 

Nú er Lea 22 mðr. og stórtrívist. Hon gongur í vøggustovu og mennist væl av at vera saman við hinum børnunum.

 

Um eg á nakran hátt kann hjálpa, lurta ella vegleiða foreldur at børnum, ið bera brek, so er endiliga at kontaka meg.

 

Telefon nr. 512600, teldupost asadanjalsdottir@gmail.com ella umvegis facebook.

 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.