Javnacruise 11-18. august 2019

 

 

Nú er klárt at tekna seg til ferðina, ið verður í døgunum 11.-18. august. Leiðin gongur við Norrønu til Hirtshals, haðani vit koyra við bussi í umleið ein tíma til frítíðardepilin Slettestrand, ið liggur í Fjerritslev við vesturstrond Jútlands. Feriecenter Slettestrand liggur í friðaligum umhvørvi, og bjóðar eina røð av aktivitetum. Tey leggja seg eftir at vera serliga handicapvinarlig, bæði tá talan er um atkomu sum heild, og luttøku í aktivitetum. Svimjihylur, sauna og fitnessrúm eru gjørd soleiðis at fólk í koyristóli hava javnbjóðis atgongd, og hetta er frítt at nýta hjá gestunum. Vit fara at gera hugnaliga útferð við hestavognum, sum sjálvandi eisini taka koyristólar. Fyri tey, ið ynskja sær størri avbjóðingar er til dømis møguleiki at leiga mountainbikes og hestar. Baðistrondin liggur ein stuttan spaseritúr frá deplinum, og har gongur ein trærampa allan vegin oman til sjóvarmálan. Pannukøkukvøld og ‘festaften’ verða eisini á skrá, og um áhugi er fyri tí skipa vit fyri útferð ella shoppingtúri í økinum.

  

Vit gista í íbúðum, har pláss er fyri 4-12 fólkum í hvørjari íbúð, og í onkrum føri ber til at hava eyka uppreiðingar ella leggja íbúðir saman. Fleiri av íbúðunum eru innrættaðar til koyristólsbrúkarar, og hava loftslyftir og aðrar hentleikar. Allar máltíðir eru íroknaðar prísin.

 

Ferðaskrá

Fráferð úr Tórshavn sunnudagin 11. august kl. 23.30

Koma til Hirtshals týsdagin 13. august kl. 09.30

Fráferð úr Hirtshals leygardagin 17. august kl. 15.30

Koma til Tórshavn sunnudagin 18. august kl. 22.30

 

Í Hirtshals eru bussar ímóti okkum, og fyri ferðandi, ið nýta koyristól, verða sjálvandi bussar, ið klára tí uppgávuna.

 

Fylgjarar

Ferðandi, ið ikki klára seg sjálvan, mugu hava fylgjara við sær. Prísurin niðanfyri er treytaður av, at ferðandi hava fylgjarakort frá MEGD.

 

Kostnaður

Limir í Javna: kr. 3.800,- fyri hvønn ferðandi. Fylgjarar kr. 2.100,-

Onnur: kr. 4.200 fyri hvønn ferðandi. Fylgjarar kr. 2.500,-

Børn 3-12 ár hálvan prís.

 

Íroknað prísin er: Sigling við Norrønu, bussur t/ret til Slettestrand, gisting og allar máltíðir á matstovuni á Feriecenter Slettestrand, seingjarklæðir, handkløð, el-nýtsla, slutreingerð, frí atgongd til svimjihyl, venjingarrúm, aktivitetsrúm og spælipláss. Harafturat er pannukøkukvøld, dansikvøld, og útferð við hestavogni við í prísinum. Matur umborð á Norrønu og møguligar aðrar útferðir í Danmark er ikki við í prísinum. 

 

Tekning til túrin

Freistin at teknað til er 30. apríl 2019, men vit mæla til at tit tekna tykkum skjótast gjørligt, tí plássini eru avmarkaði (70 pláss). Øll eru vælkomin, men limir hjá Javna hava framíhjárætt. Tekningin fer fram á skrivstovuni hjá Javna, og eitt depositum svarandi til 50% av kostnaðinum skal gjaldast beinanvegin. Restin skal gjaldast í seinasta lagið 28. juni 2019. Eftir hetta er ikki møguligt at fáa peningin afturgoldnan, men um ein hevur avlýsingartrygging frá øðrum av tryggingarfeløgunum ber til at fáa endurgjald haðani, um umstøðurnar lúka treytirnar.  

 

Tekna teg til túrin við at ringja til okkara á tlf 208090, ella við at senda ein teldupost til skriv@javni.fo. 50% av kostnaðinum skal gjaldast inn á okkara konto nr. 6460-153.962.2.

 

Vinarliga upplýs okkum:

 

 

  • Navn
  • Føðingardag
  • Bústað
  • tlf/teldupostadressu
  • fylgjarakortnummar, um tú hevur fylgjara við
  • um tú ert limur í Javna
  • um tú hevur rørðslubrek
  • um serlig ynskir eru viðv. gisting umborð ella í DK

 

Tit síggja meira um frítíðardepilin á teirra heimasíðu www.slettestrand.dk

Eisini liggja nakrar myndir frá okkara vitjan á Slettestrand í februar her: Feriecenter Slettestrand 

 

Tit eru hjartaliga vælkomin at venda tykkum til okkara við fyrispurningum og ynskjum - vit vilja fegin gera túrin so góðan sum til ber :-)

 

 

 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.