Grundsjónarmið

     
  • Hvørt einstakt fólk er serstakt. 
  • Øll – uttan mun til brek – hava sama rætt til lívið. 
  • Fólk við menningartarni hava sama virði og somu grundleggjandi tørvir og rættindi sum onnur. 
  • Øll hava rætt til góð lívskor og tryggleika. 
  • Øll skulu hava møguleika at samskifta við onnur og at verða møtt við virðing. 
  • Øll skulu hava møguleika út frá egnum fortreytum at ávirka sítt egna lív. 
  • Øll hava rætt til góða og fjølbroytta menning eftir egnum fortreytum. 
  • Samfelagið hevur skyldu at veita hvørjum einstøkum tann stuðul, honum tørvar. 

 

Stevnumið

 

Við støði í nevndu grundsjónarmiðum setir Javni sær hesi stevnumið:

 

1. Lívið: Øllum– uttan mun til brek – skal tryggjast sami rættur til lívið.

 

Javni skal tí virka fyri:

     
  • at fáa skikkað tilfar við upplýsingum um fosturkanningar, og at læknar og jarðarmøður brúka hesa ráðgeving til tey væntandi foreldrini. 
  • at útvega tilfar við upplýsingum um stuðulsmøguleikar til familju, sum hevur fingið barn við breki. 
  • at børn við breki fáa brekið greinað so gjølla og so tíðliga sum møguligt, so sleppast kann undan ógreiðum sjúkuavgerðum. 

 

2. Familjan: Familjuni hjá einum barni við menningartarni skal tryggjast samskipaður praktiskur og fíggjarligur stuðul, so at hon verður minst møguligt nívd av brekinum.

 

Javni skal tí virka fyri:

     
  • at geva út tilfar, ið kunnar um stuðulsmøguleikar fyri familjuna, bæði fíggjarligar og praktiskar. 
  • at skikkað tilboð eru til børn undir skúlaaldur, bæði í vanligum dagstovni, men lagað til serstaka tørvin, og í serstovnum. 
  • at familjur, ið hava fingið barn við menningartarni fáa praktiskan og fíggjarligan stuðul eftir tørvi, fyri at lætta um brekið. 
  • at foreldrasamtøk verða sett á stovn, har familjur í líkum umstøðum kunnu møtast og luta royndir sínamillum, sum geva íblástur og styrki til gerandisdagin. 

 

3. Útbúgving: 

Børn, ung og vaksin við menningartarni hava – sum øll onnur - rætt til skúlagongd, sum skal vera lagað til tørv hins einstaka. Skúlatilboðini skulu í størst møguligan mun vera í vanliga skúlanum. Serskúli skal bara brúkast í serstøkum førum, tá tørvur næmingsins krevur tað. 

Eins og onnur ung skulu ung við menningartarni hava tilboð um skúlagongd eftir fólkaskúla.

 

Javni skal tí virka fyri:

     
  • at næmingar við menningartarni ikki verða fyri mismuni.
  •  
  • at øll hava møguleika at velja hóskandi skúla - uttan mun til bygd ella bý. 
  •  
  • at fólkaskúlin fær umstøður at taka sær av næmingum við serligum tørvi. 
  •  
  • at serskúlar fáa dagførdar og betraðar karmar at virka undir. 
  •  
  • at næmingar við menningartarni fáa miðnámsskúlatilboð.
  •  
  • at næmingar við menningartarni fáa tilboð um eftirskúla og háskúla. 
  •  
  • at vaksin við menningartarni fáa tilboð um undirvísing fyri vaksin (voksenundervisning).
  •  
  • at lærarar og stuðulsfólk fáa hóskandi útbúgving/eftirútbúgving til dygdargott og miðvíst at kunna undirvísa næmingum við menningartarni eftir næmingsins fortreytum. 
  •  

 

4. Bústaðarviðurskifti: Vaksin fólk við menningartarni skulu – eins og onnur - hava møguleika at velja sær egnan bústað. Hesin má vera væl innrættaður og teimum má tryggjast støðug og skikkað

hjálp.

 

Javni skal tí virka fyri:

     
  • at tryggja fólki við menningartarni lógarfestan rætt til egnan bústað. 
  • støðugt at gera vart við bústaðatørvin. 
  • at øllum við menningartarni verður útvegað hóskandi bústaður. 
  • at tann við menningartarni fær høvi saman við sínum avvarðandi at velja, hvar og hvussu hann ella hon vil búgva. 
  • at fólk við menningartarni - sama hvar tey búgva - hava rætt til persónliga hjálp og stuðul. 
  • at ungfólk við menningartarni, sum ganga í skúla, fáa hóskandi bústað og hjálp. 

 

5. Arbeiði: Vaksin fólk við menningartarni hava - sum onnur fólk - rætt til eitt arbeiði.

 

Javni skal tí virka fyri:

     
  • at nóg nógv arbeiðspláss eru tøk á vardum verkstøðum. 
  • at fólk við menningartarni eisini kunnu arbeiða á vanliga arbeiðsmarknaðinum. 
  • at ráðgevarar verða settir at stuðla fólki við menningartarni á arbeiðsmarknaðinum. 
  • at fólk við menningartarni fáa navngivið hjálparfólk á arbeiðsplássinum at venda sær til, sum kann stuðla teimum og lætta um samskiftið við starvsfelagarnar. 
  • at fólk við menningartarni kann fáa settan stuðul til arbeiðis. 

 

6. Frítíð: Fólk við menningartarni hava - eins og øll onnur - tørv á dygdarríkari frítíð og sosialari samveru.

 

Javni skal tí virka fyri:

     
  • at fáa frítíðarklubbar settar á stovn um landið. 
  • at ítróttartilboð til fólk við menningartarni eru í støðugari menning. 
  • at økt verður um frítíðartilboðini. 
  • at fólk við menningartarni í størst møguligan mun fáa tikið lut í vanligu frítíðartilboðunum í nærumhvørvinum. 

 

7. Heilsa: Fólk við menningartarni hava sama rætt til viðgerð og heilsurøkt sum øll onnur, uttan mun til hvørji likamlig ella sálarlig brek tey annars hava.

 

Javni skal tí virka fyri:

     
  • at fólk við menningartarni í sjúkrahúsverkinum verða móttikin og viðgjørd á jøvnum føti við onnur. 
  • at fakfólk á sálarsjúkuøkinum fáa eftirútbúgving / serútbúgving at taka sær av sálarsjúkum fólki við menningartarni. 

 

8. Sjálvsavgerðarrættur: Fólk við menningartarni hava - eins og onnur - rætt at hava ávirkan á egin lívskor og at taka egnar avgerðir.

 

Javni skal tí virka fyri:

     
  • at tann einstaki fær størst møguliga ávirkan á egin lívskor. 
  • at fólk við menningartarni verða upplýst og útbúgvin til at skipa egin lívskor. 
  • at fólk við menningartarni verða hoyrd og hava ávirkan í øllum viðurskiftum, ið viðkoma teimum. 

 

9. Samlív: Fólk við menningartarni hava - sum onnur fólk - rætt til

hjúnarband og samlív.

 

Javni skal tí virka fyri:

     
  • at øll fáa upplýsing um kropp, kyn og kærleika. 
  • at øll fáa møguleika at hava eitt samlív. 
  • at neyðug, praktisk hjálp verður boðin.

10. Aldurdómur: Eldri fólk við menningartarni hava rætt til ein virðiligan aldurdóm á jøvnum føti við onnur eldri fólk. Havast skal í huga, at tey eru gomul og menningartarnað

Javni skal tí virka fyri:

  • At yvirgongdin til pensjónistatilveruna verður virðilig. 
  • At eldri fólk við menningartarni verður tryggjaður ein virðiligur aldurdómur. 
  • At tey hava møguleika at velja sær hóskandi bústað. 
  • At tey framhaldandi kunnu hava ávirkan á egin lívskor og ráða fyri egnum fíggjarviðurskiftum. 
  • At tey fáa tilboð um ítriv og stimbran, ið bæði kann geva innihald og gagna heilsuni. 
  • At tey, sum eru á lívsins síðsta stigi, fáa sama professionella og kensluliga stuðul til teirra lívslok sum onnur. 
 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.