11.05.2014 - Av: SW

NSR fundurin í Føroyum

Ein væleydnaður NSR fundur er nú av á hesum sinni

 

Umboð fyri norðurlendsku systirfeløg Javna og Spyr Meg hava frá fríggjakvøldinum til á middegi sunnudag fundast á Hotel Føroyum. Hesir fundir verða hildnir tvær ferðir árliga upp á skift í ymsu norðurlondunum.  Hesa fer vóru vit 23 fólk, sum hava vent og snarað nógvum áhugaverdum evnum kring menningartarn. 

 

M.a. helt svenska Iren Åhlund úr FUB sera áhugaverda framløgu um foreldur við menningartarni og tær avbjóðingar bæði foreldur og børn hava. Hetta er eitt øki, sum vit í Føroyum eiga at fara at geva gætur. Hvussu man støðan vera her?

 

Bjug Ringstad úr NFU í Norra hevði áhugaverda framløgu um fosturdiagnostikk. Óhugnaligt, at børn við t.d. trisomi 18 ikki fáa javnbjóðis viðgerð í norska heilsuverkinum og onnur børn. 

 

Hvussu man støðan vera í Føroyum? Eg havi ikki hoyrt um líknandi søgur hiðani tíbetur.


Umframt slík álvarsevni hava vit sjálvandi eisini hugnað okkum saman. Tað er altíð ein frægd at vera í hesum norðurlendska felagsskapinum.

 

Tusind tak til vores nordiske gæster for en fantastisk inspirerende week-end :) Vi glæder os til næste NSR møde :)


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.