15.05.2014 - Av: DGH

Míni bústaðarviðurskiftir og arbeiði

Á evnisdegnum um bústaðarviðurskifti og tænastu fríggjadagin 9. mai 2014 helt Dánial Gram Høgnesen hesa framløguna

 

 

Góðan – morgun!

 

Eg fari at greiða frá mínum bústaðarviðurskiftum, mínum arbeiði og tænasturnar, sum eg fái og hvussu eg trívist. 

 

Mítt navn er Dánial Gram Høgnesen. Eg eri uppvaksin á Viðareiði, eg gekk í skúla har í átta ár, tvey ár í 7.flokki. 

 

Eftir tað gekk eg hálvtfjóðra ár í Skúlanum á Trøðni í Havn, og tá búði eg eisini á Næmingaheiminum á Argjum, sum er ein deild av skúlanum. 

 

Síðan gekk eg á eftirskúlanum Rásini í Saltangará í trý ár.

 

Nú búgvi eg í sambýlinum á Heiðavegi 13 í Saltangará. Tað er í bygninginum hjá Tryggingarfelagnum. 

 

Eg arbeiði í Verkstaðnum Á Brekku í Klaksvík har trívist eg væl. Eg trívist eisini væl í sambýlinum. Á Heiðavegi fáa vit stuðul til allar húsligar pliktir og fíggjarviðurskiftir.

 

Starvsfólk eru har frá Mánadag til og við Fríggjadag á morgunvakt frá kl.08:00.-13:00. Frá Mánadag til og við Hósdag eru starvsfólk á kvøldvakt frá kl.15:00.-23:00. Fríggjadag frá kl.14:00-23:00. Leygardag og Sunnudag er starvsfólk frá kl.11:00.-23:00. 

 

Náttarvakt hava vit ikki, men vit hava eitt tilkallsnummar, sum vit kunnu ringja til um tað er nakað átroðkandi um náttina. Annars hava vit náttarvakt tá tað eru nætur við ódn og tá Eystanstevnan er.

 

Og eru vit nógv sum klára tað væl, men tað er ein persónur, sum ikki følir seg tryggan uttan náttarvakt. Tað gongur eisini út yvir okkum. Vit kenna tað sum tað eru vit sum skulu hava ábyrgd av tí persóninum um hesin fær krampa ella brádliga blívur sjúkur. Antin skuldu vit fingið náttarvakt ella skuldi hesin persónurin fingið eitt annað tilboð. Bygningurin er ikki til fólk við koyristóli, so fólk við koyristóli kunnu ikki búgva ella vitja okkum á Heiðavegi.

 

Eg ynski mær íbúð og arbeið í Havn. Eg ynski mær stuðul í matgerð, høvuðsreingerð, fíggjarviðurskiftum og um eg eri sjúkur, sum vit øll kunnu blíva av og á.

 

Eg ynski mær arbeiði sum reingerðarfólk í onkrum skúla.


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.