24.06.2014 - Av: sw

Borgara- og avvarðandiráð

Á fundi millum borgarar og avvarðandi at borgarum í Eind 5 var í gjár valt fyrsta ráð av sínum slag í nýggjari tíð.

 

Sambært nýggju fyriskipanini á Trivnaðardeplinum í Almannaverkinum, "Viðvirkan og samborgaraskapur hjá vaksnum, sum bera brek" og "Karmar fyri samstarvi við avvarðandi" var í gjár valt fyrsta borgara- og avvarðandiráð í nýggjari tíð.

 

Ráðið bleiv mannað við fólki úr teimum trimum bútilboðnum, sum hoyra til eindina. Trý úr sambýlinum á Bárðarfløtti í Vági, tvey úr sambýlinum í Smærugøtu í Tórshavn og tvey úr sambýlinum í Stoffalág í Tórshavn.

 

Persónarnir ið valdir vóru eru hesir:

Katrin Gudmundsson, Vágur

Petur Jakku Poulsen, Vágur

Jákup Berg, Vágur

Marjun Niklasdóttir, Tórshavn

Andrea Waagstein, avvarðandi, Tórshavn

Finn Oddur Michelsen, Tórshavn

Bogi Wardum, avvarðandi, Tórshavn

 

Á myndini er eisini eindarleiðarin, Julianna Næss Olsen, sum ikki er ein partur av ráðnum, men sum hevði ábyrgd av, at ráðið bleiv skipað.

 

Ráðið skipaði seg við Andreu Waagstein sum formanni og Marjun Niklasdóttir sum næstformanni.

 

Ráðið hevur til uppgávu at skapa trivnað á sambýlunum í eindini. Tað kann sum vera mann gerast á ymiskar hættir. Til dømis skal ráðið kunnast og verða tikið við uppá ráð, tá broytingar verða gjørdar í arbeiðsgongdum í eindini. Til ber eisini at skipa fyri tiltøkum fyri borgarum og avvarðandi, sum samansjóva og gera tað meira hugaligt at verða ein partur av eindini. Til ber at lesa meira um ráðini og grundtankan í viðhefta skjali. 

 

Skjølini "Viðvirkan og samborgaraskapur hjá vaksnum, sum bera brek" og "Karmar fyri samstarvi við avvarðandi" skulu yvirorðnað geva borgarunum í eindunum størri møguleika at ávirkan á egið lív og lívsumstøður. Skjølini leggja upp til møguleika at skipa trý sløg av ráðum:

 

Borgararáð - verða skipað í teimum eindum, har borgararnir eru førir fyri at tosa egna søk.

 

Borgara- og avvarðandiráð - verða skipað í teimum eindum, har nakrir borgarar klára at tosa fyri seg meðan aðrir tørva hjálp til at úttrykkja síni ynskir.

 

Avvarðandiráð - verða skipað í teimum eindum, har borgararnir tørva stuðul til at úttrykkja síni ynskir og tørvir.

 

Sostætt er hetta fyrsta ráðið blandað borgara- og avvarðandiráð, har nakrir borgarar tørva hjálp til at svara fyri seg. Til ber at lesa meira um skipanina við ráðum í viðhefta skjali.

 

Javni fegnast um hetta stigið og ynskir nývalda ráðnum bestu eydnu við arbeiðnum.

 

Skjølini "Viðvirkan og samborgaraskapur hjá vaksnum, sum bera brek" og "Karmar fyri samstarvi við avvarðandi" verða viðheft niðast á hesari síðuni.

 


Viðfestar fílur
Karmar_avvardandi.pdf753 K
 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.