11.08.2014 -

Skrivstovan opin aftur sum vanligt

frá týsdegi 12. august

 

 

Á myndini síggja vit Theodor Esmar, sum prýðir álmanakkablaðið fyri august mánað :)

 

 

So eru vit aftur við fullari skrúvu frá týsdegi 12. august. Vit gleða okkum at koma ígongd aftur, tí nógv er at taka fatur í.

 

Í hesari vikuni leggja vit seinastu hond á álmanakkan fyri 2015, so tilfarið kann fara til prentingar tá vikan er av.

 

Ætlanin er at álmanakkasølan kann byrja í seinnu helvt av septembur.

 

Er tað so heppið, at onkur er harúti, sum vil hjálpa okkum við søluni, so er bara at siga til á skrivstovuni. Antin á tel. 208090, SMS 594827 ella teldupost skriv@javni.fo

 

 

 

 


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.