14.08.2014 - Av: SW

Hugnakvøld við fyrilestri um sorg og sorgarbeiði

Fyrilestrahaldari: Bjørg Wiberg, skúlaheilsufrøðingur og sorgterapeutur.

 

Hóskvøldið 21. august kl. 19 skipar Javni fyri hugnakvøldi við fyrilestri um sorg fyri foreldrum og avvarðandi at fólki við breki í MBF húsinum á Íslandsvegi 10c.

 

Fyrilestrahaldari verður Bjørg Wiberg úr Leirvík, búsitandi í Andersløv í Svøríki. Bjørg er sjúkrarøktarfrøðingur, skúlaheilsufrøðingur og sorgterapeutur v.m. Hon hevur arbeitt í áravís við sorgterapi til einstaklingar og bólkar, og so skipar hon fyri undirvísing í sorgarbeiði bæði fyri sorgraktum og starvsfólkum á skúlum og aðrastaðni. Bjørg eigur vaksnan son við virkistarni, og hon brúkar nógv egnar royndir og reaktiónir í undirvísingini. 

 

Til ber at lesa meira á heimasíðu hennara: http://finndininrekraft.se/fran-sorg-till-livslust/

 

Eftir fyrilesturin verður drekkamuður, og høvi verður at tosa við fólk í líknandi støðu og harvið kanska skapa netverk.

 

Hugnakvøldið er ókeypis. Møguleiki verður at tekna seg sum lim í Javna.

 

Møtið fjølment :) 

 

 


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.