04.09.2014 - Av: SW

ORKESTUR FYRI BØRN VIÐ SERLIGUM AVBJÓÐINGUM

Meldið til nýggja orkestrið fyri børn millum 7 og 14 ár

 

 

 

 

 

Javni hevur fingið áheitan frá Anniku Højgaard 

um at lýsa, við hesum nýggja orkestrinum fyri børn millum 7 og 14 ár.

Týdningarmikið er at børnini verða tilmeldað. Tí um luttøkan er ov lítil, so er vandi fyri at ætlanin ikki verður veruleiki. Og tað vildi verið spell.

 

 

 

 

 

Orkestur fyri børn við serligum tørvi.

 

Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúli lýsir í ár sum eina roynd við orkestri fyri børn við serligum avbjóðingum.

 

Tilmelding í seinasta lagi sunnudagin á www.kvoldskulin.fo 

 

Lýsingin av orkestrinum er her:

Ætlanin er at geva teimum eina mennandi og góða uppliving í tónleiki, har vit læra grundleggjandi førleikar til tónleik og samanspæl. Ein upplæring til at koma í orkestrið Ælabogan. 

 

Málbólkurin er børn 7 -14 ár. 

 

Lærarar eru: Rakul á Stongunum, Katrin Jørgensen og Annika Højgaard.

 

Tíð og stað: í Skansastovu hósdagar kl 14. - 15.30.

 

 


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.