04.09.2014 - Av: SW

Tónleikaundirvísing í Musikkskúlanum til fólk við serligum avbjóðingum

Tilmelding sum skjótast

 

 

Javni hevur fingið áheitan um at lýsa við hesum tilboðnum um undirvísing í tónleiki, sum Musikkskúlin skipar fyri. Sera týdningarmikið er, at meldað verður til, tí annars er vandi fyri, at undirvísingin fellur burtur.

 

Tilmelding hjá Anniku Højgaard, teldupostur annika.hoejgaard@skulin.fo. Eisini kann ringjast 316569 ella 263959.

 

__________________________________________________________________________________________________________________________

 

Føroya Musikkskúli hevur í nøkur ár bjóðað undirvísing í tónleiki til fólk við serligum avbjóðingum. Undirvíst verður í blokkfloytu, men ymsar venjingar í sangi, rørslu og spæli, ið eru mennandi fyri næmingin vera eisini. Ljóðførini vit brúka er blokkfloyta, stavspæl (xylofonir), smáar trummur og onnur rytmuljóðføri.

 

Tónleikur er sera mennandi og ein sjálvsagdur táttur í dagliga lívi okkara. Øll kunnu vit syngja og dansa. Tónleikurin fær okkum í gott lag, og kann hjálpa til í samskiftinum millum okkum menniskju. Hjá børnum, ið bera brek, er hetta ein upplagdur møguleiki. Flest øll hava tónleikin í sær, og er avbjóðingin hjá okkum lærarum, at fáa barnið at læra seg at brúka og njóta tónleikin.

 

Tá vit vita, hvussu mennandi tónleikur er, er hetta ein gyltur møguleiki til børn við serligum avbjóðingum at verða ment tónleikaliga. Arbeitt verður út frá einstaka barninum, antin einstaklingaundirvísing ella í smáum bólkum. Tá næmingurin dugir betur, er møguleiki at sleppa at spæla onnur ljóðføri.

 

Henda tónleikaundirvísing í Musikkskúlanum er sprottin út frá Orkestrinum Ælabogin, sum hevur 15 ár á baki, og spæla flestu næmingarnir her. Hetta er orkestur við fólki við serligum avbjóðingum, sum virkar undir Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúla. Eftir summarfrítíðina hevur TKU eisini tilboð um orkestur við yngri spælarum.  Ætlanin er, at tætt samband verður millum arbeiðið í musikkskúlanum, og hesi bæði orkestrini. 

 

Um tit ynskja at barn tykkara skal fáa tónleikaundirvísing í Musikskúlanum, so melda til hjá Anniku Højgaard, teldupostur annika.hoejgaard@skulin.fo. Eisini kann ringjast 316569 ella 263959.


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.