11.09.2014 - Av: SW

Tilmæli um ta góðu tilgongdina

Frá 1. januar 2015 eiga vit at síggja batar hvat viðvíkur geiraábyrgdini

 

Á kunningarfundi týsdagin 9. sept. var "Tilmæli um ta góðu tilgongdina" lýst, og landsstýrisfólkini Annika Olsen, Bjørn Kalsø og Karsten Hansen saman við formanninum í Kommunufelagnum, Heðin Mortensen, undirskrivaðu eina yvirlýsing, sum var handað formanninum í Autismufelagnum, Jørmundi Foldbo, sum skjalprógv um, at broytingar skulu koma í frá 1. januar 2015 at rokna. 

Vit í Javna fegnast og eru sera spent, tí um tað, sum stendur í hesum tilmæli verður framt í verki, so er tað onki minni enn eitt undur. Tillukku Jørmund og tit í Autismufelagnum við tí góða arbeiðnum, sum tit hava lagt lunnar undir. 

Herumframt frøðir tað okkum almikið, at vit á kunningarfundinum fingu at vita, at hetta tilmæli, umframt at fata um tey við autismu, eisini fevnir um onnur við serligum avbjóðingum. Tað kann tí tykjast heldur margháttligt, at orðalagið í sjálvum tilmælinum beinleiðis er rættað móti teimum við autismu. Men lat tað fara... Hóast bláoygd kanska, velja vit at trúgva tí sagda orðinum, um at okkara málbólkur eisini fer at fáa gagn av tilmælinum.

Tilmæli og yvirlýsing kunnu heintast undir greinini her:

http://www.amr.fo/Default.aspx?pageid=8980&NewsItemID=19098

 

 

 


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.