18.09.2014 - Av: SW

Fólkafundurin 2014

Javni luttekur eisini á Fólkafundinum í Runavík í vikuskiftinum

 

 

Verið vælkomin at vitja okkara bás á Fólkafundinum fríggjadagin og leygardagin :)

 

Fá eitt prát ella bara ein kaffi/temunn :) Okkurt forvitnisligt tilfar verður eisini at kaga í :)

 

Okkara hjartamál í ár eru:

 

HJARTAMÁL 1

EFTIR LOKNAN FÓLKASKÚLA

fáa allir ungdómar við menningartarni tilboð á serbreyt á miðnámsskúla. Til teirra, sum ikki taka av skúlatilboðnum, skal annað tilboð við mennandi innihaldi verða samansett í góðari tíð frammanundan.

 

HJARTAMÁL 2

ARBEIÐSMARKNAÐURIN

At fólk við menningartarni í størri mun sleppa inn á arbeiðsmarknaðin. At tey ungu arbeiðssøkjandi sum kunnu, sleppa at royna síni arbeiðsevni á vanliga arbeiðs-marknaðinum í tráð við teirra ynski og menningarprofil.

 

HJARTAMÁL 3

UMSTØÐUR HJÁ BARNAFAMILJUM

mugu bøtast generelt. Serliga neyðugt er at bøta um korini hjá familjum við børnum, sum hava fjølbrek. Trot er á umlætting-arfamiljum og umlættingarheimum, har fakkompetansan eisini umfatar heilsufakliga økið.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.