30.09.2014 - Av: SW

Bank bank bank..... er nakar inni?

Álmanakkasølan stendur fyri durum

 

 

Takið væl ímóti okkara seljarum :)

 

Nú fer skjótt at pikka uppá dyrnar kring landið. Trúgvir Javnavinir eru nú ávegis til okkara trúgvu álmanakkakundar at selja álmanakkan fyri 2015. Skapið er tann vælkendi familjuálmanakkin, har upp til fýra familjulimir kunnu eiga sína kolonnu at seta avtalur og merkisdagar í. 

 

Álmanakkin kostar nú eins og undanfarin ár 100 kr. Møguleiki er at skriva eina váttan um, at Javni skal fáa 100 krónur av tínari kontu. Men vit skylda kundum okkara at gera vart við, at onkrir av føroysku bankunum taka ómaksgjald fyri flytingina! SO BEST ER AT EIGA EIN 100-KRÓNUSEÐIL INNI.

 

Evnið í álmanakkanum fyri komandi ár er menningartarn og aldurdómur. Fyrr í tíðini var sjáldsamt at møta eldri fólki við menningartarni. Teirra liviumstøður vóru ikki tær bestu, læknavísindini ikki so framkomin, og ei heldur hugburðurin í samfelagnum til henda samfelagsbólkin. Tískil gjørdust fólk við menningartarni sjáldan gomul. Í Føroyum var eisini tann siðvenja galdandi, at fólk við breki vóru send av landinum. Har vórðu tey verandi, til tey fóru í grøvina – ofta ung.

 

Í dag kunna vit gleðast um, at talið av eldri fólki við menningartarni veksur. Teirra liviumstøður eru munandi bøttar. Læknavísindini er meiri framkomin, so møguleikarnir at viðgera avleiðingar av brekum og sjúkum eru nógv batnaðir. Og hugburðurin til fólk við breki gongur eisini rætta vegin.

 

Samanumtikið kunnu vit siga, at vit sum land ikki hava verið noydd at taka støðu til, hvussu umstøðurnar hjá aldrandi fólki við menningartarni skulu vera. Og í ár ætlar Javni at veita serligan stuðul til til hetta.

 

Síggjast :)

 

 


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.