07.11.2014 - Av: SW

Norðurlendskur samarbeiðsfundur í Keypmannahavn í vikuskiftinum

Javni luttekur, og skift verður orð um evni so sum heilsa, fosturdiagnostikk og arbeiði

 

Frá í dag til sunnudagin verður Javni luttakari á NSR fundi (Norðurlendskum Samarbeiðs-Ráð) í Keypmannahavn.

 

Á skránni verða millum annað evnir sum heilsa, fosturdiagnostikkur og arbeiði. Alt evnir, sum eru sera viðkomandi hjá Javna at fáa skift orð um við okkara norðurlendsku systirfeløg.

 

Við á fundinum úr Føroyum eru Durita Strøm, Malena Arnholdsdóttir og Sigrun Wardum.

 

Myndin er tikin í uttanfyri tokstøðina í Hyllie í Svøríki í gjár. Á ferðini til NSR fundin brúktu vit høvið at vitja ein skúla í Ystad, sum er víðagitin fyri sín máta at arbeiða við inklusión. Og serliga fyri sín hugburð um at øll kunnu læra. Sera spennandi vitjan, sum vit fara at leggja út sum grein, so skjótt tíðin verður til tess :)


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.