17.11.2014 - Av: SW

Heimasíðan fingið andlits lyfting og ReadSpeaker

Nú ber til at lurta eftir greinunum á okkara heimasíðu

 

Seinastu tíðina er heimasiðan blivin ruddað, so lættari er at finna runt. Vit hava eisini fingið ein leititeig um tað er okkurt ávíst leitað verður eftir.

 

Sum nakað heilt nýtt og serstakt hava vit installerað ReadSpeaker. Tað er ein upplesari, til teirra sum heldur vilja lurta enn at lesa. Hetta meta vit sum eitt stórt framstig fyri okkara málbólk, sum fyri ein nokkso stóran part eru lesiveik. Men eisini onnur kunnu hava gagn av upplesaranum, sum eisini er settur til at kunna lesa skjøl, sum eru viðheft nøkrum av greinunum.

 

Til ber at stilla skjótleikan á taluni. Tað ber eisini til at fáa upplisna tekstin í størri stavum enn restin av tekstinum. Markeringin av tekstinum hendir sjálvvirkandi, sohvørt hann verður upplisin. Men um tú vilt hava tekstin uppaftur størri ella í øðrum liti, so ber til sjálvur at gera ta innstillingina.

 

Vónandi verður tikið væl ímóti dagførdu heimasíðuni og teimum nýggju møguleikunum hon gevur. 


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.