19.12.2014 - Av: SW

Ársins Herðaklapp 2014

Ráðgevaratoymið á dagstovnaøkinum í Tórshavnar Kommunu fekk Herðaklapp Javna 2014

 

Mong starvsfólk mundu undrast, tá tey møttu til til felags morgunmat teirra í posthúskjallaranum í morgun. Har var livandi jólatónleikur spældur av Meiken S. Olsen og Elisabeth Rubeksen undir leiðslu av Eiriki Skála. Og bráðliga gjørdi Javni innrás. Men vit vóru ikki ørindaleys.

 

Tað var nevniliga Ársins Herðaklapp frá Javna, sum skuldi handast ráðgevaratoyminum á dagstovnaøkinum í Tórshavnar Kommunu. 

 

Herðaklappið verður latið persónum ella felagsskapum, sum á onkran hátt hava lagt merkisvert arbeiði eftir seg fólki við menningartarni at frama.

 

Hugtakið inklusión varð nýtt sum grundarlag fyri, hvør skuldi fáa herðaklappið í ár.

 

Sum ein fastur táttur á sjálvum heiðursritinum, sum fylgir við Herðaklappinum, verður hetta ørindi skrivað.

 

Sortugrøs og hjálpirót

út av torvu hanga,

fagrast eru blómurnar

har ringast er at ganga

 

Ørindi er úr yrkingini Barnið, bergið og blómurnar, sum Karsten Hoydal sáli yrkti.

 

Ivaleyst er boðskapurin í yrkingini, at skalt tú vinna upp mál, er neyðugt at stríðast fyri sakini. Kanska er leiðin móti málinum bæði illgongd og ófrættakend. Men munnu ikki flestu okkara kenna aftur gleðis- og nøgdsemiskensluna, tá ið vit endiliga síggja úrslit av einum innsatsi?

 

Foreldur at børnum við serligum avbjóðingum eru ofta noydd at kempa ein einsamallan kamp, sum kann samanberast við gátuna “Høggur allan dagin og sæst ikki spónur eftir”.

 

Hyggja vit at viðurskiftunum á dagstovnaøkinum í Tórshavnar Kommunu í dag, so eru foreldur samd um, at her ræður annað skil.

 

Her eru nøkur einastandandi dugnalig starvsfólk, sum á høgum fakligum stigi við virðing, tolsemi, umsorgan og eldhuga megna at fáa bæði børn og familjur at kenna seg væl og mennast í felagsskapinum.

 

Og knýta vit ann við fyrr nevnda ørindi, so er lætt at fáa eyga á ta orku, sum verður nýtt til tess at fáa úrslit á inklusiónsleið í Tórshavnar Kommunu. Tí í mong ár hevur verið gjørt eitt miðvíst arbeiði fyri at inkludera øll børn og ung á dagstovnum her um leið. Sum tað seinasta, síggja vit átøk fram ímóti at seta ein inklusiónspolitikk í gildi fyri kommununa.

 

Sum nakað serligt hava tit eisini sett eitt toymi av fakfólki við servitan at ráðgeva bæði stovnum og familjum tá tað snýr seg um børn við serligum avbjóðingum.

 

Millum avvarðandi, starvsfólk á økinum og í Javna er breið semja um, at ráðgevingin veruliga hevur gjørt mun fyri trivnaðin og menningina hjá børnum við serligum avbjóðingum og familjum teirra. Tit hava, við góðari ráðgeving úti á dagstovnaøkinum slóðað fyri, at børn og ung bæði við og uttan serligar avbjóðingar eru ein náttúrligur partur av felagsskapinum.

 

Javni skal á henda hátt takka ráðgevaratoyminum og teirra leiðslu fyri tað megnararbeiði, sum tit lata úr hondum.

 

Og so bleiv herðaklappið handað einum ovfarnum bólki av ráðgevum, væl fagnað av borgarstjóranum og nógvum starvsfólkum í kommununi, umframt fleiri foreldrum, sum dag og dagliga merkja avleiðingina av dugnaskapinum, sum toymið saman við starvsfólkum á dagstovnunum veita.

 

Enn einaferð stóra takk tit øll, høg sum lág og Gleðilig jól. 


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.