09.01.2015 - Av: MBF / lagt út SW

Fylgjaraskipanin við fylgjarakorti

Sambært MBF er nú klárt at søkja um fylgjarakort

 

Í fyrstu atløgu kann fylgjarakortið nýtast her: Norðurlandahúsið, Søvn Landsins, Listasavnið, Tjóðpallurin, Ítróttarsamband Føroya og Strandferðslan 

 

 

MBF Meginfelag teirra, ið bera brek hevur sent okkum soljóðandi teldupost:

 

 

 

Hey tit øll.

 

 

Avtala viðvíkjandi fylgjaraskipan varð undirskrivað í Mentamálaráðnum tann 18. desember 2014, og kom avtalan í gildi 1. januar 2015.

 

Avtalan tryggjar fólki, ið bera brek, javnbjóðis atkomu til ferðir, tiltøk og annað. Í fyrstu atløgu eru tað stovnar, sum fáa rakstrar- ella stuðulsjáttan á fíggjarlógini frá ávikavist Mentamálaráðnum og Vinnumálaráðnum, sum fylgjarakortið fevnir um. Tað er Norðurlandahúsið, Søvn Landsins, Listasavnið, Tjóðpallurin, Ítróttarsamband Føroya og Strandferðslan.

 

Tørvurin á fylgjara kann verða grundaður á bæði likamligt og sálarligt brek og hevur einki aldursmark.


Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum fer at umsita fylgjarakortið.

 

Á heimasíðuni hjá MBF undir “Savn” síðani undir “Oyðubløð” er umsóknarblað og leiðreglurnar liggja undir “Vit meina” og síðani undir “Atkoma”.

 

Umsóknarblaðið og kunning fæst eisini við at venda sær til skrivstovuna.


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.