12.01.2015 - Av: sw

Húsasøla

Eykaaðalfundurin leygardagin 10. januar 2014 samtykti einmælt at selja ognina á Hoydalsvegi 40.

 

Javni hevur í fleiri ár verið í einari tilgongd viðvíkjandi hvørja støðu vit skuldu taka viðvíkjandi ognini. Tað eru fleiri orsøkir til tess. Ognin krevur ábøtur, tað krevur orku at umsita leigumálini, leigumálini geva millum lítlan og ongan fíggjarligan fyrimun.

 

Eftir at hava vigað ymisk viðurskifti fyri og ímóti vóru vit í starvsnevndini sannførd um, at skilabest var at selja. Í heyst fóru vit tí undir ítøkiliga sølutilgongd, sum endaði við, at bjóða søluna út undirhonds heldur enn at fara út á almenna marknaðin. Tilgongdin er nú endað við, at ognin er seld viðkomandi. 

 

Keyparin vil heldur enn gjarna varðveita leigumálini, sum halda til í húsunum. Tískil fær sølan onga ávirkan á tað virksemi hjá Almannaverkinum, sum er í húsinum. Viðvíkjandi hølisviðurskiftinum hjá Javnaskrivstovuni, so verða vit verðandi her, til vit hava funnið egnaði hølir.

 

Sølupeningurin verður sett í grunn. 




 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.