26.01.2015 - Av: SW

Viðvíkjandi limagjaldi - skeivt árstal

Nakrir limir hava fingið sent uppkrav fyri limagjald við skeivum árstali

 

Góðu limir

 

Av misgávum er árstalið fyri innkrevjing av limagjaldi ikki rætt. Har stendur, at limagjaldið er fyri 2013.

 

Tað rætta árstalið skal vera 2015. Fyri teir limir, sum hava goldið fyri undanfarin ár, er hetta uppkravið IKKI ein rykkjari fyri gamla skuld.

 

Vit vóna at tit bera yvir við okkum, og gjalda sum um tað var limagjald fyri 2015.

 

Samstundis vilja vit vinarliga heita á okkara limir um at tekna til GS avtalu (Gjaldsavtala gjøgnum Elektron).  Á henda hátt verður umsitingin av limalistanum og inngjøldum nógv lættari.

 

Tú teknar GS avtalu við at venda tær til tín peningastovn ella til Javna á telefon 208090/594827.

 

Nýggir limir eru eisini sera vælkomnir. Lættast er at tekna limaskap gjøgnum heimasíðu felagsins www.javni.fo, "tekna teg sum lim" í vinstra bredda. Til ber eisini at venda sær til okkara telefoniskt.

 

Niðanfyri er beinleiðis leinki til "tekna teg sum lim"

https://www.fastgjald.fo/fg/rdForm.aspx?open&content=Fastgjald&key=105EDCB0BA7CC544 

 

 

 


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.