27.01.2015 - Av: SW / ÁO

Fylgjaraskipanin víðkað

Hósdagin 29. januar kl. 15 verður avtala undirskrivað við Smyril Line

 

 

Soljóðandi teldupostur, sum Javni er sera fegin um, kom í innbakkan fyri løtu síðani:

 

Hey tit øll

 

Hósdagin tann 29. Januar kl. 15.00, verður avtala viðvíkjandi fylgjara undirskrivað millum MBF og Smyril Line. Hetta kemur at fara fram á brúnni á Norrønu.

 

Við hesari avtaluni, koma fólk, sum bera brek og sum hava brúk fyri at hava fylgjara við sær, tá tey skulu út at ferðast við Norrønu, bert at gjalda fyri sín egna ferðaseðil, fylgjarin sleppur frítt.

 

Vit eru sera fegin um hesa avtaluna við Smyril Line, og vóna, at hon verður góð fyri fleiri av okkara limafeløgum.

 

Tað verður Tóra við Keldu, forkvinna í MBF og leiðslan á Smyril Line, sum undirskriva avtaluna.

 

Øll sum hava áhuga, eru vælkomin at verða við, tá avtalan verður undirskrivað.

 

 

Vinarliga heilsan

 

Ása Olsen, leiðari

 

Meginfelagið teirra brekaðu í Føroyum

Íslandsvegur 10c

FO-100  Tórshavn

 

Tlf. +298 317373

Fartelefon 519382

Fax. + 298 310813

Teldupostur asa@mbf.fo  

Heimasíða www.mbf.fo


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.