29.01.2015 - Av: SW / MMR

Tilmælið um tillagað miðnámsskúlatilboð til ung við serligum avbjóðingum

verður handað fríggjadagin 30. januar 2015 kl. 11

 

 

Aftur vóru góð tiðindi í teldupostkassanum fyri løtu síðani. Nú innbjóðing til handan av tilmæli um Serliga skipað miðnám sum heildartilboð til ung við serligum tørvi. Lesið og møtið endiliga fjølment til handanina.

 

SERLIGA TIT UNGU OG AVVARÐANDI, SUM SKULU GERA BRÚK AV TILBOÐNUM :)

 

 

Innbjóðing:

 

Serliga skipað miðnám sum heildartilboð

til ung við serligum tørvi

 

Fríggjadagin 30. januar kl. 11:00 fáa Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum

og Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum

tilmæli um serliga skipað miðnám og tilboð, sum eru knýtt at, handað.

Løtan verður í Mentamálaráðnum, og øll eru vælkomin.

 

Við støði í ST-sáttmálanum um rættindini hjá teimum, sum bera brek, er málið við tilmælinum komandi árini at tryggja øllum ungum í landinum miðnámsskúlatilboð uttan mun til førleikar. Miðnám er í hesum sambandi at skilja sum skúlatilboð til ung eftir loknan fólkaskúla og upp til 25 ára aldur.

 

Í dag vanta hesi skúlatilboð, og politiska ynskið er tí at bøta um hesi viðurskifti. Í samgonguskjalinum hevur sitandi samgonga staðfest, at hetta arbeiðið skal raðfestast í samgongutíðarskeiðnum við ásetingini: “Víðkað tilboð verða givin ungum við serligum tørvi”. Eisini sæst ynski um, at fleiri tilboð til ung við serligum tørvi verða skipað í Heildarætlan landsstýrisins frá 2013 um Fólkaflyting og Fólkavøkstur.

 

Tá virksemið á miðnámi verður víðkað og innihaldið skipað øðrvísi, er fyritreytin neyv samskipan og samstarv millum ávikavist Mentamálaráðið og Almannamálaráðið. Tí settu landsstýrisfólkini bæði ein arbeiðsbólk at gera tilmælið, sum tekur støði í fýra meginreglum, sum mugu havast í huga, tá ið slík heildartilboð verða skipað. Hesi eru: geiraábyrgd, innklusjón, kompensatión og samskipan.

 

Í arbeiðsbólkinum at gera tilmæli um víðkað miðnám vóru Frida Poulsen, fulltrúi, Mentamálaráðið, Doris Bjarkhamar, fulltrúi, Almannamálaráðið, Emmy Joensen, stjóri, Sernám, Elin Debes, fulltrúi, Almannaverkið, Eyðvør Mortensen, fulltrúi, Almannaverkið,
Óli Wolles, fyrisitingarleiðari, Studentaskúlin á Kambsdali, Sonni Óli Djurhuus, leiðari, Rásin og Tóra við Keldu, forkvinna, Meginfelag teirra brekaðu.

 

Skráin fyri løtuna:

1.     Landsstýrismaðurin í mentamálum Bjørn Kalsø bjóðar vælkomin

2.     Arbeiðsbólkurin leggur tilmælið um serliga skipað miðnám fram

3.     Tilmælið verður handað landsstýrisfólkunum Bjørn Kalsø og Anniku Olsen

4.     Landsstýrisfólkini bera fram røðu

 

Høvi verður at seta spurningar.


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.