31.01.2015 - Av: Sw

Nordplus verkætlanin "Aktivt medborgaraskap"

Námsferð í Gjøvik Noregi

Sum partur í Nordplusverkætlanini Aktivt medborgerskab fóru limir úr Spyr Meg við fylgjarum mikudagin til Noregs á eina námsferð til Gjøvik í Noregi, sum varar frá 28. til 1. februar. 

 

Verkætlanin er eitt samstarv millum ULF í Danmark, Ridderne í Noregi og Spyr Meg úr Føroyum. Endamálið við verkætlanini er, at stuðla fólki við menningartarni at liva eitt aktivt lív í tí samfelagi, sum ein er ein partur av.

 

Mett verður, at  málið kann náast við at útbúgva fólk við menningartarni, sokallaðar brúkaravegleiðarar, til at undirvísa og halda upplegg / fyrilestrar fyri øðrum líkastillaðum. Royndirnar vísa, at miðling í "eygnahædd" ofta er besta amboðið at geva øðrum íblástur at gerast aktivir medborgarar.

 

Aktivt medborgarskap er ein lyklaførleiki fyri at eitt vælferðarsamfeløg sum Føroyar kann virka. Í hesum tíðum við stórum fíggjarligum trýsti verður eftirlýst, hvussu øll á bestan hátt kunnu lata til samfelagið. Aktivt medborgaraskap handlar um at brúka sínar møguleikar, at taka medábyrgd, at verða hoyrd/ur og at hjálpa til eftir besta evni. Tað snýr seg um at verða aktivur í ymiskum felagsskapum, t.d við frívilligum aktivitetum fyri og saman við øðrum.

 

Verkætlanin strekkir seg yvir 15 mánaðir og byrjaði seinasta heyst við Skypefundum millum luttakaralondini. Á námsferðini í Norra hittast samstarvspartarnir sostætt fyrstu ferð andlit til andlits.

 

Vit í Javna eru sera spent at frætta frá ferðini, sum endar sunnudagin 1. februar :)


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.