18.02.2015 - Av: SW

Minningargrunnur Louis Zachariassens

Nú er tíð at søkja stuðul úr minningargrunninum

________________________________________________________________________________________

Myndin omanfyri vísir bólkin av verkafólkum á Verkhúsinum Stíggi, sum fekk stuðul í 2014 til at fara á bindifestival í Danmark. Eftir øllum at døma høvdu tær ein góðan og gevandi festival :)

________________________________________________________________________________________

 

Soljóðandi kunngerð stóð í Sosialinum mikudagin 11. februar 2015.

 

Umsóknarblað er viðheft niðast í hesi grein.

 

 

 

Studningur úr Minningargrunni Louis Zachariasens

 

Endamál grunnsins er:

·      At stuðla fólki við menningartarni og avvarðandi teirra, eisini til keyp av serliga mennandi leikum og tólum.

·      At veita ískoytisstuðul til skeiðvirksemi í Føroyum og uttanlands.

·      At veita ískoytisstuðul til serligar ferðir innan- og uttanlands.

 

Stuðul er treytaður av, at umsøkjarin er limur í felagnum Javni.

 

Umsóknin skal skrivast á serligt umsóknarblað, sum kann heintast á heimasíðuni www.javni.fo ella á skrivstovuni.

 

Umsóknin, stílað til Javna og viðmerkt ”Minningargrunnur Louis Zachariasens”, skal verða skrivstovu okkara í hendi í seinasta lagi 16. mars 2015 kl. 12

 

 

JAVNI

Hoydalsvegur 40

Postboks 1133

110 Tórshavn

 

javni@javni.fo


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.