24.03.2015 - Av: SW

Javnacruise í august

Tilmeldingarfreist í seinasta lagi 30. mars 2015

 

Í døgunum 14. til 19. august 2015 skipar Javni, sum vant annað hvørt ár, fyri javnacruise við Norrønu.

 

Hesaferð gongur leiðin til Danmarkar, har gist verður í tríggjar nætur á handikapp vinaliga Skallerup Klit Feriecenter, sum liggur í 20 min. koyrifrástøðu frá Hirtshals. Myndir eru at síggja her www.skallerup.dk

 

Bussar verða við á ferðini, eisini handikappbussur, og meðan vit eru í Danmark verður møguleiki at fara túrar til áhugaverd støð, so sum Norðsjóvar akvarii.

 

Fylgjarakort

Sum kunnugt er skipanin við fylgjarakortum sett í gildi frá 1. januar í ár. Tað merkir, at ferðandi, sum hava fylgjarakort, ikki skulu gjalda fyri tann partin av ferðini hjá fylgjaranum, sum snýr seg um siglingina við Norrønu.

Harafturímóti er prísurin eins fyri allar luttakarar fyri uppihaldið á feriusentrinum. Fyri at summi ikki skulu gjalda meira enn onnur, hava vit deilt hesar útreiðslurnar javnt yvir allar teir gjaldandi luttakararnar, so tey sum eru til arbeiðis sum stuðlar skulu ikki gjalda fyri ferðina yvirhøvur. Hvussu tit gera við mat, atgongugjøld o.a. gera tit sjálvi av.

 

Tilmelding

við upplýsingum tilskilaðir í viðhefta skjali, skal vera Javna í hendi í seinasta lagi mánadagin 30. mars.

Vinaliga útfyll skjalið og send okkum tað á teldupost skriv@javni.fo. Viðmerk "Javnacruise".

Til ber eisini at ringja tel 208090, so fylla vit skjalið út fyri teg.

 

Prísur

Vaksin: 4000 kr. fyri limir og 5000 kr. fyri onnur. 

Børn undir 12 ár: 2000 kr. 

Íroknað prísin er gjald fyri fylgjara, ferð við Norrønu, uppihald á Skallerup Klit Feriecenter og busstúrar.

Máltíðir umborð og undir uppihaldinum í Danmark umframt møgulig atgongugjøld á útferðunum eru ikki íroknað prísin.

 

Depositum á 50% av ferðakostnaðinum skal vera á konto 6460 153.962.2 í seinasta lagi 30. apríl

Tilskila "Javnacruise" og navn.

 

Ferðast verður soleiðis:

Fráferð Tórshavn 14. august kl. 03.30 (náttina millum hóskvøld og fríggjamorgun)

Koma Hirtshals leygardag 15. august kl. 12.30

 

Fráferð Hirtshals týsdag 18. august kl. 11.30

Koma Tórshavn mikudag 19. august kl. 17.30

 

Í Danmark búgva vit soleiðis:

Koyristólsbrúkarar og teirra fylgi í typu F12, har pláss er fyri 12 persónum. http://www.skallerup.dk/ferieboliger/F12.asp

 

Hini búgva í húsum av typu A6, har pláss er fyri 6 persónum.                       http://www.skallerup.dk/ferieboliger/A6.asp

 

Vit gleða okkum at hoyra frá tær :)


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.