04.03.2015 - Av: Sonni Ó. Djurhuus

Upptøka av næmingum til Rásina

Tíðindaskriv frá Rásini

 

 

Rásin er eitt skúlatilboð  til ung við serligum tørvi. Skúlatilboðið, sum verður umsitið av Mentamálaráðnum, er skipað sambært Løgtingslóg  nr. 67 frá 2.mai 2003 um skúlatilboð til ung við breki.  


Endamálið við skúlatilboðnum er at menna tey ungu til eitt sjálvstøðugt lív eftir lokið skúlaskeið.


Málbólkurin eru ung við serligum tørvi, sum eru lutvíst væl fyri. Undirvísingin hevur sítt støði í persónligum virksemisætlanum við serligum atliti at heilsugóðum kostvanum og rørslu. Stórur dentur verður lagdur á likamligt virksemi í dagligdegnum. Fysisku karmarnir í skúlanum eru ikki egnaðir til næmingar, sum nýta koyristól.

 



Innihaldið í skúlaskeiðinum er eitt heildartilboð, sum er sett saman av bústaði, skúla og arbeiði. Høvuðsdentur verður lagdur á  praktiska upplæring.


Rásin er ein samdøgurstovnur, og næmingarnir búgva í skúlanum. Hvørt skúlaskeiðið er í mesta lagi 2 ár.

 

Næmingarnir hava somu feriu sum vanligu fólkaskúlarnir. Í feriuni  er skúlin stongdur.

 

Søkt verður eftir 7 næmingum at byrja mánadagin 18. august 2015.

 

Treytin fyri at verða upptikin er, at tú skalt vera liðugur við fólkaskúla og ikki vera eldri enn 25 ár og hugað/ur at luttaka aktivt í undirvísingini. 

 

Um hetta er nakað fyri teg, skalt tú senda eina umsókn við navni, føðingardegi og einari neyvari lýsing av tær sjálvum, tínum áhugamálum v.m. til hesa adressuna:

 

Rásin
Att: Sonni Óli Djurhuus
Heiðavegur 67
FO-600 Saltangará

 

Sí umsóknarblað, sum er viðheft niðast í hesum tíðindaskrivi.


Viðfestar fílur
skriv_til_foreldur_at_utfylla.doc38 K
 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.