04.03.2015 - Av: SW

Javnakafé

Nýtt átak at savna limir og fólk við felags áhugamálum viðvíkjandi fólki við menningartarni

Ver vælkomin til Javnakafé


Sum nakað nýtt fer Javni nú við millumbilum at skipa fyri Javnakafé.


Endamálið er, at fólk við menningartarni, avvarðandi og onnur við áhuga í viðurskiftum kring menningartarn, hava høvi at hittast á óforpliktandi hátt og tosa um felags áhugamál. 


Fyrsta Javnakaféin verður mánakvøldið 9. mars kl. 19 í Fjálva. Og tá fara námsfrøðingarnir Tove Hjørleifsdóttir Jakobsen og Diana Solbjerg Mouritsenat hava framløgu frá einum sjónleikarafestivali fyri fólk við menningartarni, sum tær vóru til í Hedemora í Svøríki. Tær fara m.a at siga frá um gagnligu árinini sjónleikur hevur á fólk við menningartarni. 

 

Næsta Javnakafé verður um umleið ein mánað. Til ber at fylgja við tiltøkum hjá Javna á kalendaranum

 

ØLL eru vælkomin á Javnakafé :)


Møtið fjølment :)


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.