19.03.2015 - Av: SW og foreldrastuðulsbólkurin

Foreldrastuðulsbólkurin

Foreldur við royndum at vera foreldur at barni við menningartarni bjóða øðrum foreldrum við tørvi fyri einum práti, at seta seg í samband við seg.

 

 

Javni kann nú fegnast um, at foreldur og avvarðandi at børnum/ungum/vaksnum við menningartarni hava tikið stig til at bjóða eina tænastu til onnur foreldur.

 

 

Endamálið við foreldrastuðulsbólkinum er at stuðla og hjálpa øðrum foreldrum at børnum við menningartarni eftir førimuni.

 

 

Hvat er foreldrastuðulsbólkurin?

Foreldrastuðulsbólkurin er samansettur av foreldrum, sum eiga børn við ymiskum diagnosum. Felagsnevnarin er, at diagnosurnar kunnu hava menningartarn við sær. 

Hóast børnini eru sera ymisk, møta vit ofta somu avbjóðingum, og í felag hava vit nógvar ymiskar royndir, sum vit ynskja skulu koma øðrum foreldrum til góðar. Á hendan hátt  kunnu vit gagnnýta royndirnar hvør hjá øðrum.

 

 

Hvønn er tilboðið til?

Tilboðið við foreldrastuðulsbólkinum er til øll foreldur, sum eiga ella sum vænta sær barn/børn við menningartarni. 

 

 

Hví ein foreldrastuðulsbólk?

Tað er ein sannroynd, at flest øll foreldur uppliva sterkar kenslur og eina ørgrynnu av spurningum, tá barn teirra fær eina diagnosu av slíkum slagi. Komi eg yvir skelkin? Hvat bjóðar framtíðin? Megna vit uppgávuna? Hvussu skal eg gera? Hvar finni eg hjálp? Hvat tá barnið skal í vøggustovu / barnagarð / skúla? Og hvussu tá fólkaskúlin er liðugur? Arbeiði? Bústaður? Umlætting?

 

Foreldrastuðulstænastan gevur foreldrum at børnum/ungum/eldri við menningartarni møguleika at seta seg í samband við okkara foreldraumboð, tá tey ivast og hava tørv á at práta við onkran í somu støðu. 

  

Foreldraumboðini hava tagnarskyldu!   Ver vælkomin at seta teg í samband við onkran okkara.

 

 

Yvirlit yvir foreldraumboðini finnur tú undir leinkinum til Foreldrastuðulsbólkin í vinstra bredda á forsíðuni á heimasíðuni. 

 

Lýsingin, sum Elisabeth Maria Rasmussen, stigtakari til foreldrastuðulsbólkin, gevur av sær sjálvari og hvussu hon ímyndar sær at kunna verða til stuðul og hjálp hjá øðrum foreldrum, kann lesast her.

 

Greinamyndin er av Elisabeth Mariu og soninum Kristian :)


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.