23.03.2015 - Av: SW

Foreldrastuðulsbólkurin

Foreldrastuðulsbólkurin var í morgun presenteraður í Góðan Morgun Føroyar

 

Í morgun var Bergljót Debes Hentze frá morgunsendingini í KVF á gátt hjá Elisabeth og fekk eitt prát við hana um foreldrastuðulsbólkin. Elisabeth eigur hálvt triðja ára gamla Kristian, sum ber fjølbrek. Umframt ymiskt annað lýsir Elisabeth, hvør ætlanin er við bólkinum, nevniliga at deila burtur av egnum royndum sum foreldur at barni og vaksnum við menningartarni. 

 

At tosa við onnur um viðurskifti sum viðvíkja eins barni við breki er gott og alneyðugt! Tó, munnu ikki flestu foreldur at børnum við breki kenna aftur hesa góðu og sælu kensluna av at verða skiltur (forstaðin), eftir eitt prát við eitt annað foreldur í líknandi støðu, sum ein sjálvur? 

 

Javni vónar tí, at onnur foreldur fara at taka væl undir við hesum tilboðnum, sum er ókeypis og er fevnt av tagnarskyldu. Vit fara eisini sum Elisabeth nevnir, at gera faldarar við kunning um foreldrastuðulsbólkin umframt at skipa fyri kunnandi tiltøkum.

 

Ljóðbrotið frá GMF kann hoyrast á leinkinum her: 

http://kvf.fo/netvarp/uv/2015/03/23/elisabeth-hevur-sett-stovn-foreldrastuulsblk


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.