24.03.2015 - Av: SW

Stuðulsmøguleikar hjá foreldrum, sum fara við barni til viðgerðar uttanlands

Gjald fyri uppihald á sjúklingahotelli

 

Tá eitt barn við breki ella varðandi sjúku skal til viðgerðar uttanlands, eru ofta eyka útreiðslur til uppihald á sjúklingahotelli. Møguligt er at søkja um at fáa endurgjald fyri hesar meirútreiðslur eftir §17 í forsorgarlógini.

 

Fyri at fáa endurgjaldið er neyðugt við eini játtan frá Almannaverkinum. Í hvussu er í samband við fyrstu viðgerð uttanlands. Fyllið so skjótt tilber út umsóknarblað, sum er at finna her, og sendið tað til Almannaverkið. Almannaverkið tekur síðani støðu í hvørjum einstøkum føri, um umsóknin verður játtað. 

 

Í teimum førum, at játtan fyriliggur, er nóg mikið at vísa játtanina til starvsfólkið á Sjúklingahotellinum, og so er restin millum Almannaverkið og Sjúklingahotellið.

 

Tá ongin játtan fyriliggur uppá meirútreiðslur, tá uppihaldið endar, eiga foreldur sjálvi at leggja út fyri uppihaldið. Sjúklingahotellið hoyrir sum kunnugt undir Heilsumálaráðið meðan stuðul til meirútreiðslur eftir §17 í forsorgarlógini hoyrir undir Almannamálaráðið. Sjúklingahotellið hevur tískil hvørki skyldu ella heimild til at geva uppihaldið uttan eina játtan.

 

Orsøkirnar til manglandi játtan kunnu vera ymiskar. Tað kann verða tí umsóknin ikki varð gingin á møti, ella at ongin umsókn er send Almannaverkinum, ella tí Almannaverkið ikki hevur nátt at viðgera umsóknina.

 

Møguligt er tó at senda umsókn eftir endaða viðgerð. Verður umsóknin játtað, verður endurgjald latið móti kvittan fyri uppihaldið. Hetta er eisini galdandi í teimum førum, har barnið verður sent bráðfeingis av landinum til viðgerðar.

 

Í faldaranum Kunning um stuðulsmøguleikar hjá foreldrum, hvørs barn fer til viðgerð uttanlands ber til at lesa um umrøddu rættindi.


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.