14.04.2015 - Av: SW

Vælvitjað Javnakafe á Býarbókasavninum

Foreldrastuðulsbólkurin á skránni

 

Javni hevur í kvøld havt sína aðru Javnakafe, hesaferð á Býarbólkasavninum í Tórshavn. Nærum 40 fólk vóru møtt - bæði starvsfólk, foreldur, avvarðandi og onnur. Á skránni vóru evni viðvíkjandi nýstovnaða foreldrastuðulsbólkinum.

 

Uppleggini

Elisabeth Maria Rasmussen, greiddi frá hvat gjørdi, at hon fekk íblástur til at taka stigið til hendan bólkin. Elisabeth og maðurin eiga 3 ára gamla Kristian, sum hevur partiel trisomi 18. Hon er í ferð við eina masterútbúgving innan sjúkrarøkt, sum hon vinklar móti brekøkinum. Hon legði ein hóp av granskingargrundaðari vitan á borðið um einsemi, sum foreldur uppliva í samband við brek hjá barni. Og um týdningin av sambandi við onnur foreldur í líknandi støðu.

 

Síðani hevði Kathrina Lindenskov Holm, sálarfrøðingur, eitt upplegg um týdningin av netverki millum foreldur, og hvørjar avbjóðingar kunnu verða. Kathrina hevur arbeitt nógv við líknandi netverksbólkum. Eitt nú kring familjur hvørs børn hava krabbamein og børn í sorg.

 

Eitt tað týdningarmesta, tá tað ræður um at verða stuðul hjá øðrum í líknandi støðu er, at foreldraumboðini eru komin til sættis við sínar egnu kenslur og støðu sum heild í samband við at eiga barn við serligum avbjóðingum. Tað at hjálpa øðrum í líknandi støðu kann lætt føra til, at egnar, ikki liðugt viðgjørdar kenslur og royndir blussa upp aftur, og kunnu blíva ein forðing fyri, at tú verður tann stuðul, sum tú upprunaliga ynskti. Kathrina greiddi eisini frá týdninginum av, at foreldur eru uppmerksom uppá, hvussu systkini kunnu ávirkast av, at foreldrini noyðast at brúka nógva tíð til barnið við brekinum. Í hesum sambandinum mælti hon til, at brúka alla ta umlætting, sum til ber. Bæði frá familju, vinum og frá almennu skipanini.

 

Síðani greiddu tey møttu foreldraumboðini frá, hvørji tey vóru og hvussu tey hildu, at tey kundu stuðla øðrum í líknandi støðu.

 

Nena Thomsen eigur 20 ára gamla dóttir við menningartarni, uttan ávísa diagnosu. Hon eigur eisini ein 37 ára gamlan beiggja við tuberøsari sclerosu. Hon hevur tískil 37 ára royndir við at hava menningartarn tætt uppá, bæði sum systkin og sum foreldur. 

 

Hans Andrias Vang eigur 5 ára gomlu Drós, sum hevur Jacobsens syndrom. Heima tosa tey nógv saman um støðuna tey eru í. Hóast tað, føldi hann seg mangan sera einsamallan í pápastøðuni og vildi ynskt, at hann hevði møguleika at tosa við aðrar pápar í líknandi støðu. Mottoið hjá honum og familjuni er "tak ein dag ísenn".

 

Diana Davidsen eigur 5 ára gomlu Miu Jóhannu, sum hevur Down syndrom við øllum møguligum medisinskum avbjóðingum afturat. Tað vóru medisinsku avbjóðingarnar, sum fyltu nógv mest fyrstu árini. Og sum hon so humoristiskt segði, so var eyka kromosomið hjá dóttrini als ongin trupulleiki - enn í hvussu er. Og so hevur hon snýtt lærubøkurnar fyri tað "dovna", sum sigst verða felags eyðkenni fyri børn við Down syndrom. Mia Jóhanna er eitt lívsstykki, og har er gongd í frá tí eyguni verða latin upp um morgnarnar, til tey verða latin aftur um kvøldið.

 

Spurningar

Aftaná uppleggini, var møguligt at seta spurningar og vóru teir nógvir og sera áhugaverdir. Ein av spurningunum frá starvsfólki snúðu seg um, nær "rætta løtan" er at konfrontera foreldur við mistankan hjá starvsfólkinum um, at okkurt óregluligt er áfatt. Torført er at svara eintýðugt uppá slíkan spurning. Rættast er at meta um í hvørjum føri sær.

 

Onkur av lutakarunum fortaldi, hvussu ein barnalækni skynsamt og í smáum bitum hevði pirkað til, so foreldrini til síðst vóru til reiðar at taka og føla uppá kensluliga meldurin, fyri harvið at kunna arbeiða víðari fyri at koma til sættis við støðuna.

 

Tvær mammur millum luttakararnar fortaldu um teirra positivu uppliving av at fáa tilboð um samband við foreldur í líknandi støðu. 

 

Niðurstøður

Menning, supervisión, einsemi, pápasamband og umlætting eru tey hugtøk, sum standa klárast eftir fundin. Tað hevur alstóran týdning, at foreldraumboðini verða ment og stuðlað. Og at teimum verður veittur supervísón, so tey ikki brenna út.

 

Einsemi í foreldrarolluni er ein nívandi støða, sum nógv foreldur uppliva. Her er nakað hjá foreldrastuðulsbólkinum at gera. Samstundis er eyðsæð, at páparollan í samband við børn við serligum avbjóðingum er eitt evni, sum er alneyðugt at seta meira í fokus.

 

Eitt annað evni snúði seg um umlætting. Hvussu ber tað til, at færri og færri brúka møguleikan fyri umlætting. Ein av viðmerkingunum var, at umlætting er fyri gomul fólk, og at tað kanska er orðið, sum leggur fótonglar?

Uppskot var um at skifta orðið umlætting út við orðið vikuskifti. At fara í vikuskifti er ofta nokkso hugnaligt. Tó, onkuntíð varir umlætting longur enn eitt vikuskifti. Kann orðið feria vera eitt hugskot eisini?

 

Nevnt var eisini, at fyrr bar til at fáa umlætting hjá stuðulsfamiljum. Tað er ikki longur møguligt, og tað er spell, halda vit. Hví er hetta ikki møguligt longur?

 

Her hevur Javni og tað almenna okkurt at hugsa um og fara í holt við at bøta um.

 

 

 


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.