13.05.2015 -

Aðalfundurin 2015

Nevndin í Spyr Meg afturvald

 

Í dag, mikudag 13. mai 2015, var aðalfundur Javna hildin á Hotel Føroyum.

 

 

Viðtøkubroyting

Til aðalfundin var lýst uppskot til viðtøkubroyting í grein 9A stk.2 viðvíkjandi vali til Spyr Meg. Við grundgevingini, at tað kann vera óheppið at øll nevndin í Spyr Meg verður útskift í einum, hevur starvsnevndin saman við Spyr Meg sett fram uppskot um at formaðurin stendur fyri vali líka ár og nevndarlimirnir ólíka ár.

Uppskotið varð samtykt við smærri málsligum broytingum og er grein 9A, stk.2 nú soljóðandi:

"Henda undirnevnd eitur “Spyr meg”. Nevndin verður mannað við trimum av aðalfundi felagsins valdum limum og verður formaðurin valdur beinleiðis á aðalfundinum. Formaðurin er samstundis føddur limur í starvsnevnd felagsins, tó uttan atkvøðurætt í starvsnevndini. Limir verða valdir fyri 2 ár í senn og er afturval loyvt.

Formaðurin stendur fyri vali líka ár og hinir báðir nevndarlimirnir ólíka ár. Sum skiftisreglu verða á saðalfundinum 2015 valdir tríggir nevndarlimir, formaðurin fyri eitt ár og hinir báðir nevndarlimirnir fyri tvey ár.

Tískil stendur formaðurin í Spyr Meg, Durita Strøm, fyri vali aftur í 2016, meðan nevndarlimirnir báðir, Dánial G. Høgnesen og Meiken S. Olsen standa fyri vali í 2017.

 

 

Spyr Meg nevndarval

Av øðrum tíðindum frá fundinum kann nevnast, at nevndin í Spyr Meg varð afturvald. Aftast á greinamyndini síggja vit forkvinnuna seinastu tvey árini, Duritu Strøm í reyðari blusu, sum sær eitt sindur spent út. Orsøkin kann vera, at tveir mótkandidatar vóru uppstillaðir. Úrslitið gjørdist tó, at hon varð afturvald.

 

Nevndarlimirnir í Spyr Meg, Dánial og Meiken vóru eisini afturvald. Eisini tey bæði høvdu fleiri mótkandidatar.

Eftir okkara tykki er tað sera positivt, at fleiri ynskja at stilla upp. Tað man týða uppá, at tað eru fleiri við dirvi og áræði at taka ábyrgd. Og kanska er tað eisini eitt tekin um ynskið at hava sína egnu rødd, eitt talurør, soleiðis at sjálvræðisrætturin kemur í hásæti. Jú sanniliga gongur tað rætta vegin.

 

 

Val til starvsnevndina

Til starvsnevndarvalið hjá Javna stóðu Ása Hansen, Fríðbjørg Hammer og Frimodt Rasmussen, umframt tiltakslimirnir báðir, Uni K. Petersen og Kristrún Kjærbo fyri vali.

Ása og Fríðbjørg og Kristrún tóku við afturvali, meðan Frimodt hinvegin ikki ynskti afturval.

 

Fyri Frimodt bleiv Uni K. Petersen, tiltakslimur, valdur uttan atkvøðugreiðslu.

 

Tað merkti, at vit manglaðu ein tiltakslim fyri Una. Fyri hann bleiv  Álvur Hansen, pápi, bústitandi í Fuglafirði valdur uttan atkvøðugreiðslu.

 

Starvsnevndin sær nú soleiðis út:

Sigrun Wardum, forkvinna, Malena Arnholdsdóttir, Ása Hansen, Fríðbjørg Hammer og Uni K. Petersen.

Tiltakslimir eru Kristrún Kjærbo og Álvur Hansen.

 

Starvsnevndin fer á fyrsta nevndarfundinum at skipa seg við næstformanni og kassameistara.

 

 

Takk

Javni ynskir at takka Frimodt fyri hansara íkast til felagsarbeiðið. Og í somu atløgu vilja vit nýta høvið at bjóða Álvi vælkomnum í nevndina. Eisini vilja vit ynskja Ásu og Fríðbjørg vælkomnum til eitt nýtt skeið í Javnahøpi.

 

Javni ynskir somuleiðis at ynskja nevndini í Spyr Meg tillukku við afturvalinum.

 

 

 

 

 

 


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.