17.05.2015 - Av: sw

Nýggi búfelagsskapurin á Heygavegi í Klaksvík tikin í nýtslu

Móttøka týsdagin 12. mai 2015

 

Loksins gjørdist gamli dreymurin um íbúðir til fyrrverandi næmingarnar á Rásini veruleiki.


Fyri einum tveimum vikum síðani vóru tær 8 íbúðirnar klárar til innflyting. Eina íbúðin verður nýtt til felagsøki og starvsfólkarúm, meðan hinar sjey verða nýttar til bústað. 


Týsdagin 12. mai 2015 var móttøka í nýggja búfelagsskapinum, og nýtti Javni sjálvandi høvið at støkka inn á gólvið hjá teimum nýinnfluttu.


Sera hugaligt var at síggja, hvussu góðir karmarnir eru hjá teimum. Men onki var ímóti at síggja gleðina í andlitunum hjá borgarunum og teirra avvarðandi, sum nú endiliga kunnu seta føtur undir egið borð og harvið seta punktum fyri eitt umleið 15 ára gamalt stríð.


Javni skal nýta høvið at ynskja tykkum øllum hjartaliga tillukku við tykkara nýggja bústaði. Somuleiðis vilja vit senda eina inniliga tøkk til foreldrabólkin, sum við Elenitu Hansen á odda, hava staðið saman um eitt nærum 15 ára gamalt stríð fyri at gera hesar bústaðakarmar til veruleika.

 

Tykkara stríð fer uttan iva at koma nógvum til góðar í framtíðini.


Somuleiðis vilja vit siga takk og ynskja Bústøðum, Almannamálaráðnum, Almannaverkinum og Klaksvíkar Kommunu og øðrum tillukku við avrikinum. Vónandi verða íbúðirnar í Runavík eisini skjótt veruleiki. Og eftir tað má tað verða Suðurstreymur, sum stendur fyri tørni.

 

Síggj samrøðu við Theodor Esmar, sum er ein av teimum innfluttu borgarunum á Heygavegi


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.