17.05.2015 - Av: sw

Bústaðastøðan í Suðurstreymi katastrofal

Útvið 100 fólk í Suðurstreymi hava tørv á vardum bústaði

 

Tað er við gleði, at vit kunnu staðfesta, at gongd er sett á at útvega bústaðir til fólk við menningartarni, sum hava tørv á tænastu.

 

Bústaðatørvurin størstur í Suðurstreymi

Á áhugaverdu ráðstevnuni "Almannaverkið 40 ár", sum var 8. mai 2015 fingu luttakararnir innlit í støðuna innan vardu bústaðatilboðini kring landið, sum Almannaverkið saman við Landsverki hava latið gjørt. Tað vísir seg, at í onkrum økjum er nóg mikið av tilboðum, meðan støðan í Suðurstreymi er katastrofal.

 

Umframt at  bíðilistin til bústað er størstur í Suðurstreymi, so eru millum 70 og 80 borgarar, sum búgva undir vánaligum umstøðum. Ja so vánaligum, at tað ikki loysir seg at gera ábøtur, og mett verður, at tað verður dýrari at umvæla enn at byggja nýtt. Samlaði bústaðatørvurin í Suðurstreymi nærkast teimum 100. 

 

Tálman av vaskandi útreiðslum til almannaøkið

Tað sigur seg sjálvt, at avbjóðingin verður stór at útvega allar hesar bústaðir. Á ráðstevnuni setti almannastjórin orð á álvarsligu fíggjarútlitini fyri virksemið hjá Almannaverkinum, og samstundis nýtti hann høvi at lýsa møguleikar at tálma vaksandi útreiðslunum. Ein av møguleikunum at tálma gongdini er at byggja størri eindir undir somu lon.

 

Tað eru vit í Javna ikki fegin um. Orsøkin til okkara støðu á hesum økinum byggir á internationala og norðurlendska gransking, sum ikki gevur greiðar niðurstøður um tað veruliga eru rakstrarligir fyrimunir at byggja stórar eindir. Harafturímóti vísir granskingin greitt, at eindir, sum eru størri enn 4-6 bústaðir geva vánaligari treytir fyri trivnaði og eykaútreiðslur í tí sambandinum.

 

Grundgevingar hjá byggiharrum fyri at byggja stórt

Sambært granskingini hjá Kittelsaa og Tøssebro frá 2011, "Store bofelleskap for mennesker med utviklingshemming. Noen konsekvenser", siga teir, at argumentini hjá byggiharrum fyri at byggja stórt typiskt eru hesi:

  1. Rakstrarfyrimunir og betri útnyttan av tilfeingi
  2. Fakmiljøið gerst betri, við at tað er lættari at rekruttera góðar fakkompetensur, lættari at sparra og reflektera. Tað fer at geva størri stabilitet og færri starvsfólkaskift. 
  3. At fyribyrgja einsemi millum borgararnar

 

ad. 1. Rakstrarfyrimunir og betri útnyttan av av tilfeingi

Teirra egna gransking er ikki málrættað fíggjarviðurskiftum, og brúka teir ístaðin internationala gransking, at lýsa um stórar eindir geva rakstrarfyrimunir. Internationala granskingin vísir mótstríðandi niðurstøður. Onkur gransking bendir á, at tað er eitt vet bíligari, meðan onnur vísir tað mótsætta. Niðurstøðan hjá Kittelsa og Tøssebro er, at tað ber ikki til at avgera, um stórdrift gevur fíggjarligar fyrimunir.

 

Teir siga hinvegin, at tað er týðuligt, at har sum raksturin gjørdist bíligari er tað orsakað av, at fyrisitingin hevur brúkt møguleikan at skarva av starvsfólkaorkuni. Og harvið gjørdist tænastan verri og trivnaðurin vánaligari. 

 

ad. 2. Fakmiljø og starvsfólkaviðurskifti so sum stabilitetur og skifti

Onki bendir á, at fakmiljøið og starvsfólkaviðurskifti sum heild verða betri í stórum búeindum. Hinvegin, so eru sterkar ábendingar um, at starvsfólkini trívast betri í smærri eindum og veita betri tænastu til borgaran. 

  

ad. 3. At fyribyrgja einsemi v.m.

Ein felagsnevnari hjá fólki við menningartarni er einsemi. Úrslitini frá Kittelsaa og Tøssebro vísa, at bústaðastøddin púrt onga ávirkan hevur á, hvussu einsamallan borgarin følir seg. 

 

Nær er ein búeind ov stór?

  • Tað negativa árini av at hava ábyrgd fyri fleiri borgarum samstundis merkist tá ein felagsskapur ella eind gerst størri enn 6 persónar.
  • Tá felagsskapurin gerst størri enn 6 verður starvsfólkahópurin ov stórur. Ábyrgdin fyri tí einstaka verður pulvuriserað og heilsuuppfylging av einstaka borgaranum verður svíkir.
  • Yvirgongdin frá 6 til 7 borgarar er eisini markið har tað vísir seg, at borgararnir fáa minni hjálp til praktisk ting.
  • Tá felagsskapurin gerst størri enn 4 verður tað ein forðing fyri at borgarin kann hava eina aktiva frítíð.

 

Inniliga ynski Javna

Við grundgevingunum omanfyri frá granskingini hjá Kittelsaa og Tøssebro hevur Javni tí eitt inniligt ynski til tey sum ráða fyri borgum: Byggið til hægst 4 ella 6 borgarar í einum felagsskapi. 

 

Trýst her: Innslag um bústaðabygging í Degi og Viku fríggjakvøldið 15. mai við Sigrun Wardum


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.