19.05.2015 -

Endiliga gjørdist tað veruleiki

Røða hjá Elenitu Hansen í smb við innflytan í búfelagsskapin á Heygaveg í Klaksvík

 

Endaliga varð tað veruleiki – íbúðirnar eru her, klárar at taka í nýtslu. Hjartaliga til lukku til tykkum, sum nú búgva her.

 

Tað byrjaði fyri skjótt 15 árum síðani, tá vit leitaðu eftir onkrum, sum kanska hevði hug at búgva saman við Theodor Esmar. Tað bleiv til ein bólk uppá sjey, og so varð farið í gongd.

 

Krøvini vóru ikki so stór tá, vit hugsaðu bert um eini sethús, har hvør kundi fáa sítt kamar, og vit vóru til reiðar at fara at byggja. Trupulleikin var bara at fáa starvsfólkini við, so ætlanin varð slept.

 

Á einum fundi í Javna, har m.o. landsstýrisfólkini Annlis Bjarkhamar og Páll á Reynatúgvu vóru við, kom fram, at tað var lættari at fáa ein eftirskúla upp at standa til hesi 7 ungu enn eitt sambýli. Úrslitið varð, at løgtingslógin um skúlatilboð til ung við breki kom. Hetta var í 2003, men skúlin, sum fekk navnið ”Rásin”, stóð ikki klárur fyrr enn 2005. Í bíðitíðini sluppu tey ungu eitt hálvt ár á ein háskúla í Danmark.

 

Í lógini um skúlatilboðið stóð, at tað skuldi skipast fyri m.a. bústaði til næmingarnar eftir lokið skeið uppá 3 ár. Men lógin hevði bara ongan pening við sær til íbúðir. Eftir ein fund í 2007 høvdu vit eina góða kenslu av, at myndugleikarnir vildu stuðla okkum at fara undir at byggja. Men so fáa vit at vita, at tað er Nærverkið, sum hevur ta ábyrgdina, so vit slerdu av. Seinni sama ár fáa vit at vita, at tað almenna einki byggir nú.

 

Í mai 2008 eru vit á fundi við Klaksvíkar kommunu, og nú verður tosað um at gera ein sjálvsognarstovn. Nógv verður fundast hesa tíðina, og á einum fundi er niðurstøðan, at onkur má gera okkurt.

 

Tíðin nærkast, til tey ungu eru liðug á Rásini, og tað endaði við, at tey fingu eitt hálvt ár eyka, til tey sluppu inn á Leitisvegi í januar 2009 – sum ein fyribils loysn, sum vardi í 6 ár. Eg gloymi aldrin tann dagin, tá ið eg á einum fundi í Norðurlandahúsinum segði, at vit ikki vildu hava børn okkara heim aftur. Børnini sótu øll har og hoyrdu tað, og eg føli meg enn illa, tá eg hugsi um tað. Men tað var neyðugt, um vit skuldu koma víðari.

 

Stuðulsfelagið 22.10.2010 varð stovnað, hetta tók Morten Hust stig til, tí vit hugsaðu um at bjóða uppá Runavíkar Sjómansheim, tí nú var eitt hold aftrat á Rásini, sum skuldi hava bústað. Men Sjómansheimið varð av ongum.

 

 Vit høvdu fingið at vita, at okkara bólkur ikki fór at sleppa í tey sambýlini, sum nú skuldu byggjast í Runavík og Klaksvík, tí tey høvdu bústað. Tískil noyddust vit sjálv at fáa íbúðirnar til vega. Felagið hjá okkum, Stuðulsfelagið,  samtykti, at íbúðirnar skuldu vera min. 50 m2 og kosta max. 4.500/mð. Við hesum treytum vóru vit farin at hugsa um vanligar íbúðir, sum blivu bíligari enn eitt sambýli.

 

Í august 2011 kontaktaði eg Húsalánsgrunnin og gjørdi vart við okkara støðu, nú grunnurin skuldi broytast. Hugsaði um lutaíbúðalógina, sum var á veg, men tað vísti seg seinni, at hana kundu vit ikki brúka. Vit høvdu brúk fyri leiguíbúðum.

 

Nú er so komið á mál. Hevði eg vitað, hvussu langa tíð hetta fór at taka, var eg neyvan farin undir tað. Forðingarnar hava verið nógvar, so nógvar, at eg á einum fundi mátti spyrja, um tað var lógligt, sum vit gjørdu. Mangan hesi árini havi eg hugsað um pápa mín, sum plagdi at siga, at hann kundi ikki tola orðið hopileyst – einki er hopileyst! Og ein av teimum stóru løtunum í mínum lívi var tann dagin, tá Theodor Esmar fekk lykilin til sína íbúð.

 

Eg fari at takka øllum teimum, sum hava gjørt hetta møguligt, hava flutt forðingarnar. Ein heilt serlig tøkk til mín góða verson, sum hevur lagt ótrúliga nógv arbeiði í prosjektið, og sum hevur fingið meg til ikki heilt at missa mótið. Takk Morten! Uttan títt arbeiði vóru vit neyvan komin so langt.

 

Hetta hevur tikið nógv ár, men tit ungu og tykkara familjur hava verið ógvuliga tolin. Takk fyri allar tær deiligu løturnar, vit hava havt saman hesi árini. Nú skulu tit so búgva í egnari íbúð, og hetta varð eitt sindur øðrvísi, enn vit hugsaðu frá byrjan.

 

Ein serliga stór avbjóðing er tað eisini hjá starvsfólkunum, tí hetta hevur ikki verið roynt fyrr her á landi. Vónandi fer tað  eisini at vera spennandi hjá tykkum at fáa hendan møguleikan, nú karmarnir eru betri, til at læra tey ungu at blíva meira sjálvstøðug, at vegleiða tey, so tey framvegis mennast og kunna fáa eitt innihaldsríkt lív.

 

Elenita


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.