22.05.2015 - Av: Ragnhild Dahl, fyrrverandi deildarleiðari á Eirargarði

Eirargarður 35 ár

Røðan hjá Ragnhild Dahl, fyrrverandi deildarleiðara á Eirargarði, hildin til hátíðarhaldið nú stovnurin gjørdist tríatifimm ár

 

 

Røða hildin til 35 ára hátíðarhald hjá Eirargarði.

 

Fyrst fari eg at takka fyri at eg var boðin við í føðingardag hjá Eirargarði og siga eitt stórt tillukku til tykkum øll sum búgva her og til tykkum starvsfólk sum hava tykkara arbeiðspláss her.

 

9. apríl 1980 var ein stórur dagur fyri nógv av okkum,  nú var dagurin komin at Eirargarður skuldi takast í brúk og bygningurin -  stovnurin skuldi gerast til eitt heim fyri tey, sum fluttu inn.

 

Og søguna, sum eg kenni best og kann siga nakað um er Eirargarð 16 A, tí her var eg sett í starv sum deildarleiðari.

 

Eirargarður var eitt stórt frambrot, sjálvt um mótmæli longu tá vóru ímóti at ein so stórur stovnur var bygdur, ein  stovnur við 48 plássum á 4 deildum og á sjúkrahús økinum, tankarnir sum nú vóru frammi vóru at byggja  smærri sambýlir í millum onnur sethús.

 

Men hettar kundi ikki køva okkara gleði, tá íð dagurin kom at flytast kundi inn í ein bygning við so góðum kørmum. Hugsi tykkum til, hettar vóru børn og ung, sum vóru komin heim aftur til Føroyar í 1973 frá Rødbygaard, her høvdu tey búð langt burtur frá sínum kæru, her høvdu tey sovið í sovisalum, har tey høvdu  eina song og ein krakk, sum tey kundu kalla sítt.

 

Tá íð tey komu til Føroyar aftur fluttu tey inn í Deild 5 her vóru ikki sovisalar, men tú hevði so ikki títt egna kamar, og eitt annað, sum var sermerkt, tey livdu aftanfyri læstar dyr.

 

Tá íð Eirargarður læt dyrnar upp, so fingu húsfólkini hvør sítt stóra kamar, her var rúmligt og alt var nýtt og tað var teirra rúm. Og tað, sum vit sum starvsfólk longu høvdu tikið avgerð um, var, at úthurðarnar bert skuldu vera stongdar um náttina. Hettar gav eitt sindur av meir arbeiði, tí sjálvandi var ein opin hurð freistandi, og tað kom meir enn so fyri at vit leitaðu, tí nú var onkur av teimum ungu fólkunum farin at kanna verðina. Men hettar vandu tey seg skjótt við, at hurðarnar vóru ólæstar.

 

Nú høvdu vit góðar karmar, so nú var at fara í hálvtur við at fáa trivna og gera stovnin til eitt heim har 12 fólk búleikaðust.

 

Fleiri fólk fluttu inn bæði heim frá Rødbygaard og onkur flutti heiman og inn á Eirargarð.

 

Tá íð vit øll høvdu fótað okkum var tað skjótt at vit fóru í gongd við at skapa tað heimið, hesi fólkini sum búðu her skuldu hava. Vit fóru í holt við at slíta okkum leys frá Landssjúkrahúsinum, vit byrjaðu at vaska klæðini hjá húsfólkunum – vit byrjaðu at gera allan matin sjálvi – húsfólkini saman við teirra avvarandi byrjaðu at seta dám á teirra egnu kømur, gardinurnar vóru skiftar út – nú vóru tað ikki 12 eins kømur, men 12 ymisk kømur har 12 ymisk fólk búðu. Skjótt var eisini, at vit deildu upp í tveir bólkar við 6 fólkum í hvørji eind.

 

Eitt annað vit eisini fingu samrátt okkum til var, at búfólkini fingu sín egna kommunulækna, komu í sjúkakassa og heintaðu heilivág, tey sum fingu tað, frá apotekinum og ikki á læknagongini á statshospitalinum í einum medisinkassa.

 

Vit lótu upp út til verðina, men alt hettar høvdu vit ikki kunna gjørt uttan gott samstarv og stuðul frá teimum avvarandi. Eirargarður 16 A hevði eitt aktivt foreldra og avvarandi ráð og í felag skipaðu vit fyri nógvum hugnaløtum har vit ótu saman, sungu og dansaðu  – útferðum – legum og eisini var okkurt Bingo á skránni.

 

Alt hettar var við til at uppbyggja eitt tætt og gott samband við tey avvarandi, vit lærdu av hvørjum øðrum.

 

Soleiðis var ein deild við 12 búfólkum gjørd til eitt heim við tveimum smáum eindum, sum var partur av einum grannalag, fólk vit hittu til eitt prát og kundu støkka inná gólvi hjá. Tað var Eirargarður 14 til 16 fyri 35 árum síðani, og enn búgva nøkur sera fitt og fryntlig fólk her. Øll góð ynskir gevi eg tykkum, tit øll sum búgva her og tykkara avvarandi,  og eisini til tykkum starvsfólk, sum gera dagin góðan fyri tey, sum búgva her bæði við kærleika- umsorgan og við fakligari vitan.

 

Takk fyri

Ragnhild Dahl


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.