25.09.2015 - Av: sw/fp

Ráðstevnan "Arbeiðsmarknaðurin og menningartarn"

Keðiligar arbeiðsuppgávur eru ikki til

 

Nú fer at verða klárt við fyrireikingunum til ráðstevnu um arbeiðsmarknaðin og menningartarn, sum verður í Skálanum í Norðurlandahúsinum 10. novembur 2015.  

 

Arbeiðsmarknaðinum trýtur arbeiðsorku, samstundis sum at fleiri fólk við menningartarni ikki hava nakað starv, og at vardu verkstøðini hjá Almannaverkinum tróta pláss í mun til eftirspurningin. Eitt týdningarmikið lið, tá vit tosa um at fáa fólk við skerdum førleika út á arbeiðsmarknaðin, er lógin um arbeiðsfremjandi tiltøk. Henda lóg stuðlar undir at fáa fólk í starv, ið annars kunnu hava trupult við at hava tilknýti til arbeiðsmarknaðin.

 

Vit vita, at tað er eitt yvirskot av arbeiðsorku millum fólk við menningartarni, sum væl kundi verið nýtt á skynsaman hátt á vanliga arbeiðsmarknaðinum. Spurningurin er, hvussu vit fáa gagnnýtt hesa arbeiðsorku. Eisini vita vit, at tað at hava ein virknan og innihaldsríkan gerandisdag er ein týdningarmikil partur av lívinum hjá okkum menniskjum, við ella uttan menningartarn.

 

  • Arbeiði er við til at skapa okkara samleika

  • Arbeiði gevur meining og kenslu av at hoyra til

  • Arbeiði gevur møguleika fyri at vera kreativur, skapandi og at avrika

  • Arbeiðsplássið er ein pallur fyri persónligari menning og læring

  • Arbeiðsplássið gevur møguleika at skapa vinarløg

  • Arbeiði gevur tryggleika

 

Royndir úr okkara grannalondum vísa, at fólk við menningartarni:

 

  • Eru álítandi, hugagóð og trúføst arbeiðsmegi

  • Geva gott arbeiðsumhvørvi

  • Kunnu loysa uppgávur, ið annars ikki verða loystar

  • Geva arbeiðsplássinum gott umdømi

 

Í okkara grannalondum byrjar arbeiðsmarknaðurin at fáa eyga á tey virðir, sum liggja í at fáa allar hendur virknar. Í sambandi við ráðstevnuna hava vit boðið Claus Bergman Hansen, ið er ein av leiðarunum fyri donsku KLAP-verkætlanina, at greiða frá hesi verkætlan. KLAP hevur til endamáls at fáa fólk við skerdum førleika út á vanliga danska arbeiðsmarknaðin. Verkætlanin byggir á tríggjar sannroyndir: At fyritøkur í Danmark fegin vilja taka sosiala ábyrgd, at fólk við skerdum førleika fegin vilja arbeiða, og at størvini skulu taka støði í veruliga tørvinum hjá fyritøkunum. Verkætlanin hevur nøkur ár á baki, og hevur verið serstakliga væleydnað.

 

 

Hvat vil Javni við hesari ráðstevnuni?

 

Endamálið við ráðstevnuni er at eggja til at gera rúm fyri fleiri fólkum við menningartarni á vanliga arbeiðsmarknaðinum. Bæði fyri fólkum, sum í dag starvast á vardum verkstøðum, og teimum, sum í dag ikki eru í nøkrum starvi. Um fleiri av teimum, sum í dag starvast har, kundu fingið starv uttanfyri verkstaðin, hevði tað eisini leysgivið arbeiðspláss til tey, sum í dag einki starvstilboð hava.

 

Vit vita, at fólk við menningartarni kundu loyst fleiri arbeiðsuppgávur á vanliga arbeiðsmarknaðinum - í nógvum førum uppgávur, ið onnur síggja sum keðiligar, og sum arbeiðsgevarar tí hava trupult við at fáa loystar. Vit meina ikki at keðiligar arbeiðsuppgávur eru til - tað er ein spurningur um at seta tey røttu fólkini í røttu størvini.

 

Við ráðstevnuni vilja vit skapa eitt forum, har partarnir saman rudda slóð fyri at tað skal verða lættari at seta fólk við skerdum førleika í starv.

 

Nærri kunning og skrá um ráðstevnuna verður leypandi løgd út á heimasíðuna hjá Javna, www.javni.fo. Tilmeldingin letur upp í komandi viku, og til ber at tekna seg beinleiðis á heimasíðuni hjá Javna, ella við at seta seg í samband við felagið.

 

Skrá

Skrá og kunning verður leypandi dagførd - vinarliga halt eyga við síðuni.

 

Tekning til ráðstevnuna

Tekningin letur upp í komandi viku, og til ber at tekna seg beinleiðis frá hesi heimasíðuni, ella við at seta seg í samband við Javna.  

 

Onnur kunning og leinkjur

Um KLAP-verkætlanina http://www.klapjob.dk/


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.