12.08.2015 - Av: sw

Upplatingartíðir á skrivstovuni í næstu viku

Skrivstovan stongd vegna Javnacruise

 

Týsdagin og mikudagin 18. og 19. august 2015 verður skrivstovan stongd. Og orsøkin er Javnacruise.

 

Fríggjamorgunin 14. august klokkan 03.30 stevnir Norrøna móti Hirtshals við 70 Javnacruise-luttakarum, harímillum øll okkara starvsfólk. Í Danmark búgva vit á Skallerup Klit Feriecenter www.skallerup.dk í tríggjar nætur.

 

Meðan vit dusa okkum í Danmark fara vit at vitja á Norðsjóvarakvariinum www.nordsoenoceanarium.dk og í Jesperhus Blomsterpark www.jesperhus.dk. Týsdagin fyrrapart stevnir Norrøna aftur móti norði, so hósmorgunin eru vit aftur á plettinum :)

 

 


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.