01.09.2015 - Av: sw

Nýggjur dagligur leiðari hjá Javna

Hóast nýggj í hesum starvinum, so er Fía Petersen ikki ókend í Javnahøpi

 

Hálvan august 2015 byrjaði Fía Petersen í starvinum sum dagligur leiðari á skrivstovuni hjá Javna. Hon avloysir Sigruna Wardum, sum umframt at vera forkvinna eisini hevur virkað sum dagligur leiðari síðani 2010.

 

Fía hevur drúgvar royndir frá administrativum arbeiði á Atlantic Petroleum. Hon hevur BA útbúgving frá Danmark, og akademiútbúgving við sergrein í leiðslu frá Føroya Handilsskúla, og so hevur hon royndir sum mamma at trimum børnum, harav tann yngsti sonurin ber menningartarn. Fía hevur í nøkur ár verið knýtt at arbeiðinum hjá Javna, við tað at hon hevur sitið í økisnevndini fyri Suðurstreymoy.

 

Fía verður at hitta á skrivstovuni frá kl. 9 - 15 gerandisdagar, tó undantikið fríggjadag. Hon fer at svara telefon 514827, javni@javni.fo og fia@javni.fo.

 

Starvsnevndin og Arnfríð á skrivstovuni ynskja Fíu hjartaliga vælkomnari og allarbestu eydnu við arbeiðnum fyri felagið.


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.