31.08.2015 - Av: sw

Sjeystjørnan - tónleikatilboð til 7 - 14 ára gomul børn við serligum avbjóðingum

Tilmelding á kvoldskulin.fo

 

 

“Sjeystjørnan”

Kom við, vit duga!!!

 

Skúlaárið 2014 – 2015 høvdu vit eitt barnaorkestur kallað “Sjeystjørnan”. Hetta er ætlað børnum við serligum avbjóðingum. Nú er tið at melda til hetta tilboðið hjá Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúla komandi skúlaár.

 

Tilboðið er musikspælistova, har vit læra grundleggjandi førleikarnar í tónleiki. Vit syngja, dansa, gera rørslur og spæla tónleik saman. Endamálið er menniskjanslig- og musikalsk menning, og at fáa børnini at spæla eitt ljóðføri, sum hóskar til teirra.

 

Tilboðið er ætlað børnum 7 – 14 ár.

 

Undirvísingin er í kjallaranum í Skansastovu, Djóni í Geilsgøta 1, hósdag kl 14 – 15.30. Lærarar eru Katrin Jørgensen og Annika Højgaard.

 

Meldast skal til umvegis heimasíðuna hjá Kvøldskúlanum, kvoldskulin.fo.

 

Kostnaðurin er 300 kr.

 

Men tað hevur víst seg at vera trupult at fáa fatur í hesum børnum. Hvussu fáa vit kunningina um tilboðið út til foreldur og onnur avarðandi hjá hesum børnum, so børn við serligum avbjóðingum kunnu fáa lut í hesum góða tilboðið.

 

Hví er hetta eitt gott tilboð?

Tað er so mangan staðfest, at tónleikur stuðlar menningini hjá børnum (og vaksnum við). Hetta er eisini galdandi fyri børn við serligum avbjóðingum. Við sangi, rørslum, ljóðførum og spæli stimrar tónleikurin sjálvsálit, sjálvsfatan, rørslu, samstarvsevni, hugflog/skapanarevni.

 

Barnið lærir at lurta, bíða, traðka fram og at skapa. Vit røra okkum í takt við tónleikin, læra sangir við fylgispæli, finna uppá o.s.fr. Eisini arbeiða vit við at lurta og at spæla á ljóðføri. Vit brúka stavspøl (xylofonir), “bygelgittar” og rytmuinstrument. Seinni er ætlanin, at finna ljóðføri, sum passar til barnið, í tann mun tað er gjørligt.

 

So meldið børnini til “Sjeystjørnuna” á kvoldskulin.fo


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.