01.09.2015 - Av: fp

Kann vera ringt at seta krossin rætt - tak eina mynd við á valstaðið

Nú val er í hándum varpar Javni ljós á, at fyri fólk við menningartarni kann tað vera eyka torført at seta krossin rætt.

 

Fyri fólk við menningartarni kann tað vera eyka torført at seta krossin rætt, hóast avgerðin frammanundan er tikin um, hvør skal veljast. Tað kann til dømis vera tí lesiførleikin er ov veikur, ella tí tað blívur eitt sindur ørkymlandi at noyðast inn í valklivan saman við fremmandum fólki. Reglurnar eru nevniliga soleiðis, at foreldur og avvarandi sleppa ikki við inn í valklivan.

 

Javni skýtur upp at veljarin tekur eina mynd av valevninum við á valstaðið, soleiðis at eingin ivi er um, hvør skal hava krossin.

 

Í tíðindunum á middegi í dag greiddi Sigrun Wardum frá, hvussu hon upplivdi at fara á val við soninum, ið hevur menningartarn. Hoyr innslagið við at trýsta á leinkjuna niðanfyri.


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.