16.09.2015 - Av: sw

Feria ella umlætting

Møði er hugtakið, sum oftast verður nevnt, tá foreldur at børnum við menningartarni tosa saman

 

"Tørvar barninum / tí vaksna heimabúgvandi persóninum frí frá gerandisliga trummerumminum?
Tørva avvarðandi at fáa frí frá gerandis trummerumminum?

Frítíðarheimið í Skrivaragøtu í Havn ella Dáin í Klaksvík bjóða samdøgursuppihald til fólk við menningartarni í øllum aldri. Kelduskákið í Klaksvík og nýggi depilin í Runavík til fólk við fjølbreki taka eisini fólk inn við menningartarni.

Set teg í samband við tín málsviðgera. Tá verður ein lagalig ætlan løgd fyri innslúsing, sum er í tráð við tørv og ynskir hjá barni/persóni og avvarðandi, og í tráð við hvussu tað passar inn í aðrar ætlanir á staðnum".

 

Omanfyrinevnda status legði eg á Facebook í dag eftir seinastu tíðina at hava tosað við foreldur, sum eru so deyðatroytt, men sum halda, at tey eiga at klára at passa sítt barn sjálv!

 

Tá ein familja verður ríkað við barni við menningartarni, verður gerandisdagurin ofta nógv broyttur. Tú kemur líkasum inn í ein fremmandan heim, har neyðugt er at nema sær nýggjar førleikar og kunning. T.d. um almen tilboð og stovnar so sum Almannaverkið, sum eru til fyri at hjálpa familjuni. 

 

Hetta saman við kensluligu reikingunum hjá flestu foreldrum, kann gera gerandisdagin sera møðsaman. Eingin fær gagn av niðurslitnum foreldrum. Og slett ikki barnið / børnini.

 

Tað er tí sera umráðandi, at taka ímóti teimum tilboðum um hjálp sum finnast. Tað verði seg frá familju og vinum, men eisini frá almennu skipanini! Javni heitir tí á øll foreldur um at taka møðina í álvara og sleppa kravinum um at SKULA klára ALT sjálvi. Setið tykkum í samband við málsviðgeran í Almannaverkinum, sum vil lýsa møguleikarnar fyri umlætting og í tykkara tempo vil seta gongd í eina umlættingarskipan.

 

 

 


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.