22.09.2015 - Av: fp

Maud vann skrellispannina og wc-bustina

 

Á fólkafundinum, ið varð hildin í høllini á Nabb um vikuskifti, kundu tey vitjandi á básinum hjá Javna vera við í lutakasti um ymiskar vinningar. Høvuðsvinningurin var ein flott VIPP skrellispann og tilhoyrandi WC-bust frá NEMA. Trekt var leygarkvøldið, og heppni vinnarin av høvuðsvinninginum bleiv Maud Vang Hansen. Vit ynskja Maud hjartaliga tillukku við vinninginum. 

 

Nú kann tað kanska tykjast løgið, at høvuðsvinningurin var ein skrellispann og ein wc-bust, men tað er ikki av tilvild. Javni vildi við hesum varpa ljós á tey vánaligu bústaðarviðurskiftini, ið nógv fólk við menningartarni liva undir. Tey flestu sambýlir eru í vanligum sethúsum, har bert sovikamarið er privat øki - restin av húsinum er felags, og skal deilast við fleiri onnur. Hetta meta vit ikki er tíðarhóskandi.

 

Leygardagin hevði Javni eitt 'event' á fólkafundinum við yvirskriftini 'Smátt er gott - við regluni um lítla bólk lýsa vit fyrimunir við smærri bústaðareindum'. Reglan um lítla bólk (den lille gruppens principp) vísir á fleiri viðurskifti ið tala fyri, at bústaðareindir ikki skulu vera størri enn til 4-5 fólk. Verða eindirnar størri gongur tað útyvir trivnaðin hjá bæði búfólki og starvsfólki. Ein av høvuðsorsøkunum er, at tað rætt og slætt verða ov nógv ymisk fólk at fyrihalda seg til. 

 

Hjá Javna gleðast vit tó um, at gongd endiliga er komin í bygging av vardum bústaðum í Føroyum. Tørvurin er ovurstórur, ikki minst í Suðurstreymoy, har útvið 100 fólkum tørva bústað. Allur bati bøtur, men vit halda at tað er óheppi, at ætlanirnar hjá tí almenna leggur upp til at byggja stórar bústaðareindir. Til dømis eru 12 bústaðir í nýggja sambýlinum, ið eftir ætlan verður tikið í nýtslu í Klaksvík seinni í ár.

 

Tú kanst lesa meira um 'regluna um lítla bólk' við at fara inn á leinkjuna niðanfyri.


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.