07.10.2015 - Av: fp

Systkinaskeið - eitt tilboð til børn og ung, ið hava systkin við serligum tørvi

Skeiðið byrjar í januar 2016, og er fyri børn og ung í aldrinum 9-11 og 12-16 ár, ið hava systkin, ið bera brek.

 

Tað er MEGNI, ið er privat fyritøka, ið skipar fyri skeiðnum. Skeiðið vendir sær til børn og ung í aldursbólkunum 9-11 og 12-16 ár, ið hava systkin, ið bera brek. Skeiðashaldarar vera Súsanna Holm og Ragnhild Dahl, ið báar eru námsfrøðingar, og hava sera drúgvar royndir á økinum.

 

Eitt barn við serligum tørvi fyllir oftani nógv í eini familju. Royndir vísa at børn og ung, ið hava ein beiggja ella eina systur, ið ber brek, oftani hava stóran tørv á at seta orð á sínar tankar og kenslur. Á einum systkinaskeiði møta tey øðrum systkum at børnum við serligum tørvi, og tey fáa møguleika fyri at seta fokus á leiklutin sum systkin at einum barni við breki. Tey sleppa at deila royndir og upplivingar um tað at hava systkin ið eru ørvísi, og tey fáa aldurssvarandi kunning um ymisk brek. Í síðsta enda kemur hetta allari familjuni til góðar, tí tað er sambandið millum systkin, ið er tað ið varar longst lívið ígjøgnum.

 

Skeiðið er skipað soleiðis at skeiðsluttakararnir møtast 5 ferðir, umframt 2 ferðir til foreldrasamrøður. Beint aftaná skeiðsenda verða foreldrini boðin til samrøðu um skeiðsgongdina. Samrøðurnar verða hildnar tveir seinnapartar og kvøld.

Kostnaðurin fyri skeiðið er kr. 4.000 fyri hvønn luttakara, og til ber at søkja Almannaverkið um endurrindan av skeiðsgjaldi eftir § 17 í lóg um almenna forsorg. Av tí at tað kann taka upp til tveir mánaðar at viðgerða eina umsókn mæla vit áhugaðum til at søkja um skeiðið sum skjótast. Hetta gera tit við at seta tykkum í samband við tykkara málsviðgera hjá Almannaverkinum.

 

Melda til skeiði á heimasíðini hjá MEGNI www.megni.org ella við at ringja til Súsonnu Holm á 225963. 


Viðfestar fílur
megni.png11.0 K
 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.