25.09.2015 - Av: fp

Skrivstovan er flutt í nýggj hølir

Vit húsast nú á Hoydalsvegi 42

 

Mikudagin í hesu vikuni flutti skrivstovan hjá Javna í nýggj hølir. Vit fluttu tó ikki so langt - frá Hoydalsvegi 40 til Hoydalsveg 42. Inngongdin er nú á niðaru síðu, ímóti plantasjuni.

 

Enn eru vit ikki heilt komin uppá pláss, men skrivstovan er opin sum vanligt. Á myndini síggja vit Jonhard, ið hjálpti okkum so sera væl við flytikassunum. Jonhard fær okkara bestu viðmælir sum flytimaður, og vit takka honum fyri hjálpina.


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.